Annlis Bjarkhamar
Annlis Bjarkhamar (fødd 20. januar 1974 í Vági) er lærari, SSP-ráðgevi og fyrrverandi politikari fyri Tjóðveldi.
Annlis Bjarkhamar | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 20. jan 1974 í/á Vágur |
Starv | politikari, lærari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti |
Hon var læraravikarur í Porkeri 1996-1997 og á Eysturskúlanum í Tórshavn í 2001-2002. Í 1997-2000 starvaðist hon í Útvarp Føroya. Síðani 2008 hevur hon verið SSP-ráðgevi[1].
Hon var landsstýriskvinna í mentamálum frá 6. juni 2002 til 4. mars 2003 umboðandi Tjóðveldisflokkin.
Keldur
rætta- ↑ "Politi.dk: "Annlis Bjarkhamar SSP-ráðgevi"". http://www.politi.dk/Faeroeerne/fo/lokalnyt/Nyheder/Annlis+Bjarkhamar+SSP.htm. Heintað 2012-09-30.
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 259. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)