Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Føroyskur politikari og løgreglukvinna

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (fyrr Hansen, fødd 26. oktober 1963 í Klaksvík) er ein føroyskur politikari (FF) og løgreglukvinna. Eftir student starvaðist hon hjá Postverki Føroya 1983–1985, og eftir tað tók hon útbúgving sum løgreglukvinna.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. okt 1963 í/á Klaksvík
Starv politikari, politistur
Politiskur flokkur Hin føroyski fólkaflokkurin
Dátuheiti
Commons Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Lívsleið í politikki

rætta

Hon hevur verið býráðslimur í Klaksvíkar býráð síðan 2009. Á løgtingsvalinum 2011 varð hon vald inn á Føroya Løgting við 344 atkvøðum. Hon er forkvinna í Løgtingsins rættarnevnd og limur í Løgtingsins trivnaðarnevnd.

Løgtingsnevndir 2011-15

rætta

Nevndir í Klaksvíkar býráð

rætta
  • Forkvinna í Sosialu nevnd
  • 2. formaður í Teknisku nevnd
  • Limur í Mentanarnevndini
  • Limur í Byggi- og býarskipanarnevndini

Familja

rætta

Elsebeth er dóttur Ellinor Mariu og Gunnleyð Jakobsen. Hon er gift Finni Hansen, tey eiga børnini Ellinor Mercedis Finnsdóttir Hansen, Karl Amadeus Finnsson Hansen og Mathildu Mercedis Finnsdóttir Hansen.

Keldur

rætta
  1. "logting.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-23. https://web.archive.org/web/20150923060010/http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=101. Heintað 2014-05-27.