Kristin Michelsen

Føroyskur politikari

Kristin Michelsen (føddur 30. juli 1956 í Froðba) er ein føroyskur politikari (JF). Hann hevur bankaútbúgving og starvaðist í Sjóvinnubankanum í 1973–1978. Hann er eisini útbúgvin timburmaður og arbeiddi sum timburmaður í 1978–1984, harafturat var hann í starvi sum eykaløgreglumaður í 1981–2003 og fulltrúi hjá sýslumanninum í Suðuroy í 1984–2003. Sum ungur róði hann kapp við Suðringi. Hann er formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.[1]

Kristin Michelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 30. jul 1956 í/á Froðba
Starv politikari, bank teller, carpenter, service worker
Politiskur flokkur Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Nýtt Sjálvstýri
Dátuheiti
Commons Kristin Michelsen

Politiska lívsleiðin

rætta

Hann hevur verið borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu síðan 1. januar 2001. Hann stillaði upp til løgtingsval í 2011 og varð valdur inn á Ting við 393 atkvøðum, sum var næstmest á javnaðarlistanum. Í 2008 ynskti hann at stilla upp til løgtingsval, men tá vóru Føroyar vorðnar eitt valdømi, og summir flokkar í økjunum, ið vóru uttanfyri miðstaðarøkið, valdu tí at avmarka talið av uppstillaðum valevnum, og samstundis ynskti Javnaðarflokkurin at taka atlit til javnstøðu og landafrøði og valdi tí at uppstilla tveir menn og tvær kvinnur úr Suðuroy. Mannliga valevni úr norðaru helvt av Suðuroynni gjørdist táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og tí var ikki pláss fyri Kristini Michelsen á listanum. Gestur Hovgaard, samfelagsfrøðingur, meinti eftir valið, at hetta var ein av orsøkunum til, at flokkurin fekk eitt vánaligt valúrslit í háborgini Suðuroy á hesum valinum.

Politiskt stríð

rætta

Síðan Løgtingsvalið 2011 hava tað verið trætumál ímillum Kristin Michelsen og onnur. Fáar dagar eftir Løgtingsvalið velur Sonja Jógvansdóttir at melda seg úr Javnaðarflokkinum, tí hon vildi ikki vera partur av einum flokki, sum sambært henni, varð leiddur av homofobiskum monnum.[2]

Í Mars 2016, varð uppskot lagt fyri tingið, um at javnstilla samkynd við hinskynd, við borgarliga vígslu. Eftir otta tímar til aðru viðgerð, søgdu Kristin Michelsen og Heðin Mortensen seg ikki vilja atkvøða í málinum, men vildu hava málið skuldi beinast aftur í nevnd. Ivamál var um samkynt hjúnarlag kundi krevjast í kirkjuni.[3]

Stríð tók seg upp til kommunuvalið 2016, tá Kristin Michelsen sendi Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag kravboð um fyrst valda á listanum. Tó ein siður, er tað ikki nøkur lóg ella reglugerð, sum sigur at fyrstvaldi, skal verða borgarstjóri, men Kristin Michelsen vildi hava at lokalfelagið og øll uppstillaði váttaðu hesum skrivliga. Um ikki, tók hann sær av javnaðarlistanum á Tvøroyri. Samskifti bleiv rokaligt og til tíðir varð samskift millum ein triðja persón, men Kristin Michelsen segði aldri frá, um hann fór av, hóast lokalfelagið og tey uppstillaðu ikki gingið kravboðnum á møti. Somuleiðis royndi Kristin Michelsen at koma á borgaralistan, men tað miseydnaðist og tá ið freistin nærkaðist, varð listin hjá Javnaðarflokkinum latin inn uttan Kristin á lista. Samstundis og í evstu løtu hevði Kristin Michelsen gjørt annan lista og við Kommunulistanum vann 3 umboð til valið.

Í 2018 boðaði Kristin Michelsen frá, at hann kendi seg ikki bundnan av, at atkvøða saman við flokkinum ella samgonguni, men fór at velja frá mál til máli í løgtingssalinum. Tann 3. januar 2019 varð Kristin Michelsen koyrdur úr tingbólki Javnaðarfloksins orsaka manglandi flokslýdni og 8. mars 2019 valdi Floksleiðslan í Javnaðarflokkinum at strika limaskapin hjá Kristini Michelsen í Javnaðarflokkinum, fyri brot á lógir floksins. Kristin stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin til valið 2019 og var einasti valdur á lista D.

Løgtingsnevndir 2011-15

rætta

Familja

rætta

Kristin er abbasonur skaldið Poul F. Joensen. Hann er sonur Vilborg og Mikkjal Michelsen. Hann er giftur við Joan N. Michelsen úr Hvalba. Saman eiga tey dóttrina Halldis Michelsen.[4]

Keldur

rætta
  1. "logting.fo, Kristin Michelsen". http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=107. Heintað 2014-05-27. 
  2. Patursson, Steinar (16 September 2015). "Exit Sonja - nú er minnilutasamgonga" (in Faroese). Portal.fo. http://portal.fo/exit+sonja+nu+er+minnilutasamgonga.html. Heintað 17 March 2016. 
  3. Patursson, Steinar (16 March 2016). "Hjúnabandslógin aftur í trivnaðarnevndina" (in Faroese). Portal.fo. http://portal.fo/hjunabandslogin+aftur+i+trivnadarnevndina.html. Heintað 17 March 2016. 
  4. J.fo, Kristin Michelsen