Løgtingslimir í Føroyum 2011–2015
Løgtingslimir í Føroyum 2011 - 2015. Tey vóru vald á Føroya Løgting á løgtingsvalinum hin 29. oktober 2011. Talið á løgtingslimum var tá 33 og Føroyar var eins og við undanfarna var eitt valdømi. Tá tað stendur sýsla í talvuni niðanfyri, merkir tað tí ikki, at tey vóru umboðsvald fyri ta sýsluna, men at tað er har ið tey búgva ella at tey vóru uppstillaði av valfelag í tí økinum.