Brandur Sandoy
Brandur Sandoy (f. 23. apríl 1973) er føroyskur politikari. Hann er varalimur á Føroya Løgtingi, hann gjørdist triði eykavaldi hjá Fólkaflokkinum við Løgtingsvalið 2011,[1] og kom inn sum tinglimur, eftirsum flokkurin kom í samgongu og fekk trý landsstýrisfólk. Frá 2011 til 2015 er hann limur í Løgtingsins rættarnevnd.[2]
Brandur Sandoy | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 23. apr 1973 í/á Sandur |
Starv | general contractor, bóndi, politikari, fótbóltsleikari |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
Commons | Brandur Sandoy |
Brandur er eisini borgarstjóri í Sands kommunu. Hann bleiv valdur í Sands Bygdarráð í november 2008 og gjørdist bygdarráðslimur 1. januar 2009. Tann 27. oktober 2009 varð hann valdur til borgarstjóra.[3] Páll á Reynatúgvu var borgarstjóri á Sandi áðrenn tað. Brandur Sandoy er bóndi og hevur festi Inni í Dal, sum eitur Skemmugarður.
Fyrrverandi B71 leikari
rættaBrandur Sandoy er eisini fyrrverandi fótbóltsleikari við B71. Hann spældi barna og ungdómsárini við B71 og sum vaksin spældi hann sum oftast á næstbesta liðnum, men onkuntíð eisini á besta liðnum.[4]
Fótbóltsmet - Fleiri minuttir í UEFA enn heima
rættaBrandur Sandoy eigur eitt met innan fótbólt. Fótbóltsblaðið Liechtli skrivaði grein um Brandur Sandoy í einari útgávu í 2005. Greinin nevnist "A Faroe Tale". Sambært greinskrivaranum eigur Brandur eitt met. Brandur er tann leikarin í Europa sum hevur spælt fleiri minuttir einum UEFA dysti enn hann hevur leikt við besta liðnum hjá felagnum í heimlandinum. Hann leikti tveir dystir við B71 móti FC Apoel Nicosia úr Kypros, tvs. tvær ferðir 90 minuttir sum er 180 minuttir, og sama ár og árið fyri (1995 og 96) leikti hann samanlagt bert 100 minuttir á besta liðnum hjá B71, sum tá leikti í bestu deildini.
Keldur
rætta- ↑ Kringvarp.fo
- ↑ "Logting.fo, Rættarnevndin". http://www.logting.fo/committee/view.gebs?menuChanged=20¤tComm.id=2. Heintað 2014-02-15.
- ↑ Kringvarp.fo
- ↑ FaroeSoccer.com
- Liechtli 2005, greinin "A Faroe Tale".
Útvortis ávísingar
rætta- Sandur.fo Archived 2007-09-28 at the Wayback Machine, heimasíðan hjá Sands kommunu.
- Skemman.net