Jóna Mortensen

Føroyskur politikari

Jóna Mariusardóttir Mortensen (fødd 1. desember 1953) er ein føroysk bankakvinna og politikari (SB).

Jóna Mortensen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 1. des 1953
Starv politikari
Politiskur flokkur Sambandsflokkurin
Dátuheiti

Hon hevur bankaútbúgving og starvast í Eik Banka í heimbýnum Tórshavn. Hon hevur verið álitisfólk í Eik Banka í 15 ár, formaður í Føroya Væl, sum er valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, 2008–2010 og nevndarlimur í Reyði Krossur Føroyar. Síðan 2011 hevur hon møtt fast sum varalimur fyri Johan Dahl, sum gjørdist landsstýrismaður. Jóna er limur í Løgtingsins Mentanarnevnd og Løgtingsnevndini Eftirlit við varðhaldsfangum.

Løgtingsnevndir

rætta

Keldur

rætta