Sandoy
Sandoy | |
---|---|
Landafrøði
| |
Vídd | 110,8 km² |
Vatn | 1,5 %
|
Umsiting | |
Land | Føroyar |
Íbúgvalæra | |
Fólkatal | 1.393 |
Íbúgvatættleiki | 12,4 /km² |
Sandoy er oyggj sunnan fyri Streymoynna. Í sýsluni, ið telur Sandoy, Skúvoy og Stóru Dímun, búleikast um 1500 fólk í 7 bygdum. Her sum aðrastaðni er fiskivinnan álitið, men eisini er góð landbúnaðarjørð her og fleiri stórir garðar. Økið er sera áhugavert, bæði søguliga og fornfrøðiliga. Í Húsavík eru toftirnar eftir mætu Húsfrúnni, heima á Sandi vita fornfrøðiligar rannsóknir at siga frá, at bygdin man vera ein av elstu bygdum í Føroyum. Úti í Skúgvi búði Sigmundur Brestisson og í Dímun kenna vit søgnina um Anniku, sum mátti lata lív fyri kærleikans skuld. Lætt er at ferðast, bæði til og í Sandoynni. Gott ferðasamband er av Gomlurætt, og bussar koyra til allar bygdir. Av Sandi ber til at sleppa til Skúvoyar við Sildberanum og her ber til at síggja Sigmundarstein og Rannvátoftir.
Búskapur
rættaÍ Sandoyar Sýslu er meginvinnan fiskivinna. Eitt flakavirki er á Sandi og eitt er í Skopun. Sandoy Seafood eigur og rekur bæði virkini. Har starvast nógv fólk, og skip og bátar í Sandoynni landa til flakavirkini bæði. Handilslív er eisini í Sandoynni: Nevnast kann m.a. Klædnahandlar, Matvøruhandlar, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, Postverk Føroya, Sandoyar Kunningarstova, Sandoyar Sjúkrakassi, Rúsdrekkasøla Landsins, Kommunuskrivstovur í hvørjari bygd, Sjúkraflutningstænasta, Læknaviðtala, Bókhaldsvirki, Skúlar, Bakarí, Grótvirki, Lívfiskastøð, Festibóndar, Barnaverndartænasta, Tilhaldið Hugnin, Timburhandil, smiðir, Multi-tænasta, Barnagarðar, Spælistova, Ítróttarfelag og Landsverk.
Landalæra
rættaNáttúran á Sandi er sera stórbær, serliga fuglabjørgini á vestursíðuni á oynni. Til ber at síggja hesi bjørg við ferðaleiðara um summarið. Tá siglur báturin Hvíthamar við ferðafólki runt oynna. Við til Sandoyar Sýslu hoyra Sandoy, Skúvoy og Stóra Dímun. Í Sandoyar Sýslu búgva tilsamans 1.212 fólk (1. juni 2006).
Bygdir
rætta