Rúsdrekkasøla Landsins

Rúsdrekkasøla Landsins ella Rúsan, er føroyska einkasølan fyri rúsdrekkasølu, sum fylgir sama leisti sum hinar norðurlendsku einkasølurnar Vinmonopolet, Systembolaget og Alko. Virkið varð stovnað í 1992, eftir at nýggj rúsdrekkalóg var samtykt, sum loyvdi rúsdrekkasølu í Føroyum. Virkið hevur handlar í Tórshavn, Norðskála, Saltangará, Klaksvík, Miðvágur, Sandur, Øravíkarlíð og Vestmanna.

Rúsdrekkasøla Landsins
Slag av virkiRúsdrekkasøla
Stovning1992
StovnariFøroya Landsstýri, fyrsti stjóri: Dagmar S. Joensen
Opnað2 november 1992; 32 ár síðan (1992-11-02)
HøvuðssætiSkálatrøð 14, Tórshavn
Tal av sølustøðum7
LyklafólkRógvi Andrias Fossádal (Stjóri)
VørurRúsdrekka
SlagorðRúsdrekkasøla Landsins - dygd og ábyrgd
SøluinntøkaIncrease 125.8 million DKK (2015)
ÚrslitIncrease 16.9 million DKK (2015)
Starvsfólk39
EigariFøroyar
Cvr-nr408638]
Netsíðarusdrekkasolalandsins.fo

Søgan

rætta

Ásannandi at tíðin var komin til at fáa skipaði virðurskifti innan rúsdrekkasølu, legði landsstýrið í apríl 1991 uppskot fram, um nýggja rúsdrekkalóg. Stívliga eitt ár eftir, varð lógin samtykt av løgtinginum.

Nýggja rúsdrekkalógin, løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992, um innflutning og sølu av rúsdrekka, hevur eina endamálsgrein, sum miðar ímoti at avmarka rúsdrekkanýtlsuna og minka um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið.

Høvuðsbroytingarnar í mun til gomlu lógina vóru:

Stovnsetan av Rúsdrekkasølu Landsins, sum hevur einkarætt til innflutning og sølu av rúsdrekka Loyvi til útskeinkjan av rúsdrekka til hotel- og matstovuvirksemi Lækkan av aldursmarkinum úr 20 niður í 18 ár Avtøka av skamtan

Í lógini var eisini ásett, at eitt rakstraravlop, heilt ella partvíst, skuldi nýtast til fígging av upplýsandi virksemi, um skaðarnar við nýtslu av rúsdrekka og til viðgerð av rúsdrekkamisnýtarum.

Lógin varð stigvíst sett í verk í 1992. Á sumri 1992 varð stjóri, Dagmar S. Joensen, sett at taka sær av at seta Rúsdrekkasølu Landsins á stovn. Fyrstu skeinkiloyvini vórðu givin í juni, innflutningur og smásøla byrjaði 2. november 1992, sum eisini er dagurin vit halda føðingardag.

Rúsdrekkasøla Landsins varð stovnsett, og í kunngerð nr. 144 frá 20. oktober 1992, um rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins v.m, varð og er málið:

At skapa fortreytir fyri einari broyttari og harav minkandi nýtslu At fylgja neyvt við og upplýsa um gongdina í nýtsluni At veita eina tænastu við breiðum, fjølbroyttum og tíðarhóskandi úrvali og vøruupplýsing, so kundin hevur ein møguleika at meta um útboðið At verða við í upplýsandi tiltøkum Fyrsta harudag, 2. november í 1992, læt fyrsta sølubúðin upp, við Hoyvíksvegin 51, í Tórshavn og 15. desember 1992 í Bøgøtu 38, í Klaksvík

Í 1993 lótu fýra nýggjar sølubúðir upp 21. juni á Drelnesi í Suðuroy 24. juni á Mølini í Skálavík 30. juni í Saltangará 5. juli í Heiðunum í Miðvági

Frá byrjan var øll søla yvir disk, tó undantikið í Saltangará, har man sum eina roynd hevði sjálvtøkubúð.

So við og við vórðu allar sølubúðirnar broyttar til sjálvtøkubúðir, og í dag eru allar deildir sjálvtøkubúðir.

Í 1999 varð høvuðsgoymslan á Hoyvíksvegnum flutt niðan á Sandvíkarhjalla, har hon húsast enn í dag.

Deildin í Saltangará flutti í nýggj høli á Heiðavegi.

3. september 2009 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp handil í Miðlon við Hoyvíksvegin í Havn.

Orsøkin var, at bygningurin á Hoyvíksvegi 51 var so fongdur við soppavøkstri, at Arbeiðseftirlitið gav Rúsdrekkasøluni boð um at gevast við øllum virksemi í bygninginum.

Goymslan til handilin og fløskumóttøkan varð flutt í Grónbygingin á Staravegi.

Kunngerð Nr. 19, um Skipan og rakstur av Rúsdrekkasølu Landsins, varð broytt soleiðis, at møguligt varð hjá Rúsdrekkasøluni at hava opið leygardagar.

Fyrsti leygardagurin har møguligt varð at keypa í sølubúðum hjá Rúsdrekkasøluni var leygardagin tann 8. mai 2010.

Keldur

rætta