Hanus Samró
Hanus Samró (føddur 1. mai 1988 í Tórshavn) er ein føroyskur politikari (Fólkaflokkurin), rithøvundur, stjóri í smápartafelagnum Ó og lesandi.
Hanus Samró | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 1. mai 1988 í/á Tórshavn |
Alma mater | Fróðskaparsetur Føroya |
Starv | høvundur, politikari, vinnulívsfólk |
Politiskur flokkur | Hin føroyski fólkaflokkurin |
Dátuheiti | |
VIAF | 336145857881723020765 |
LCAuth | n2016013006 |
Commons | Hanus Samró |
Lívsleið
rættaHann hevur International Baccalaureate Diploma frá International School of the Hague í Niðurlondum frá 2007. I 2008 fór hann í holt við at lesa altjóða handil og búskap við Erasmus Universiteit Rotterdam, men fullførdi ikki. Síðan 2010 hevur hann lisið stjórnmálafrøði við Fróðskaparsetur Føroya.[1] Hann var í starvi hjá Rainbow Seafood í Gloucester uttanfyri Boston í 2007, lærari í Tórshavn 2008–2009 og frilansjournalistur fyri føroyska ungdómstíðarritið og heimasíðuna MESS i 2009.[2]
Í 2010 gjørdist hann limur í ungmannafelagnum hjá Fólkflokkinum, HUXA, har hann tók við sum formaður sama ár.[3] Í 2011 varð hann valdur inn á Føroya Løgting 23-ára gamal, og hann er harvið tann triðyngsti fast innvaldi løgtingslimur nakrantíð. Eftir at hann varð valdur inn á ting, fór hann frá sum formaður í HUXA sama árið. Samró er limur í Løgtingsins vinnunevnd og Løgtingsins trivnaðarnevnd.
Í 2011 gav hann út sína fyrstu bók, tá hann gav út skaldsøguna Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður.[4] Tvey ár seinni gav hann út eina skaldsøgu afturat, sum hevur heitið Hans Jensen, og í 2014 kom triðja skaldsøga hansara, Ein dagføring, ið er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook.[5]
Útgivið
rætta- 2011 - Tey bæði. Trúfesti og fullkomin friður
- 2013 - Hans Jensen, skaldsøga, politisk spenningssøga[6]
- 2014 - Ein dagføring, ungdómsskaldsøga
Familja
rættaHann er sonur Óla Samró, stjóra í FAREC International í Haag,[7] og Thurid Samró, tannrøktari í Dental Art Clinic í Dubai.
Keldur
rætta- ↑ "in.fo, Yngsti tingmaður er rithøvundur". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2017-11-07. https://web.archive.org/web/20171107030536/http://www.in.fo/news-detail/news/yngsti-tingmadur-er-rithoevundur/. Heintað 2013-11-29.
- ↑ "Huxa.fo". http://www.huxa.fo/?page_id=5. Heintað 2013-11-15.
- ↑ Kringvarp.fo
- ↑ "Hnj.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-09-24. https://web.archive.org/web/20150924030806/http://www.hnj.fo/include/main.asp?sida=..%2FLink%2Fviewbog2&id=2306. Heintað 2013-11-15.
- ↑ Facebook-síða um skaldsøguna Ein dagføring.
- ↑ "planet.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2013-11-23. https://web.archive.org/web/20131123124427/http://planet.fo/grein/hans_jensen_kemur_i_dag. Heintað 2013-11-26.
- ↑ "Farec.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2005-05-06. https://web.archive.org/web/20050506230313/http://www.farec.fo/doc/20031106101419.doc. Heintað 2013-11-15.