Kristina Háfoss

føroyskur politikari, løgfrøðingur og búskaparfrøðingur

Kristina Háfoss (fødd Danielsen, 26. juni 1975, uppvaksin á Argjum)[1] er ein føroyskur økonomur, løgfrøðingur, politikari og fyrrverandi svimjari. Hon var fyrstu ferð vald inn á Føroya Løgting í 2002 fyri Tjóðveldi, í 2008 var hon mentamálaráðharri í eitt hálvt ár, í 2015 varð hon vald til fíggjarmálaráðharra, sum onnur kvinnan í føroysku politisku søguni, tann fyrsta var Jóngerð Purkhús.

Kristina Háfoss
er eitt menniskja
Fødd(ur) 26. jun 1975 í/á Keypmannahavn
Alma mater Københavns Universitet
Starv løgfrøðingur, búskaparfrøðingur, politikari, civil servant
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti
Commons Kristina Háfoss

Bakgrund og yrkisleið

rætta

Kristina er útbúgvin cand.jur. og cand.polit. frá Københavns Universitet í ávikavist 2002 og 2003. Hon var sett í starv í tað danska Uttanríkisráðið 1998–1999, í danska Fíggjarmálaráðnum 1999–2000 og á Løgmansskrivstovuni sumrini 1999 og 2000. [2] Harumframt var hon fíggjarligur ráðgevi undir arbeiðnum við at skriva eitt útoyggjaálit 2000–2001, økonomur í Landsbanka Føroya 2004–2005 og verkætlanarleiðari og íløguráðgevi í Føroya Banka í 2006. Síðan 2007 hevur hon verið deildarleiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Av hennara nevndar- og formanssessum kunnu nevnast: Forkvinna í Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) 1999–2000, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya (BLF) 2005–2006, stýrislimur í P/F Smyril Line síðan 2011 og stýrislimur í tveimum av dótturfeløgunum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar síðan 2011.

Sum ung svam hon fyri Havnar Svimjifelag og Føroyar, hon gavst at svimja meðan hon gekk í Hoydølum, og fór í staðin at spæla flogbólt. Kristina er abbadóttir Louis Zachariasen.[3]

Politiskt arbeiði

rætta

Kristina Háfoss var næstformaður í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag 2001–2002, vald inn á Ting í Suðurstreymoyar valdømi 2002–2004 og limur í starvsnevnd Tjóðveldisflokksins 2004–2005.[4] Í februar 2008 gjørdist hon landsstýriskvinna í mentamálum í aðru stjórn Jóannesar Eidesgaard, men segði sessin frá sær aftur av persónligum ávum í august sama ár. Á løgtingsvalinum 2011 var hon vald inn í Løgtingið, har flokkur hennara kom at sita í andstøðu. Á løgtingsvalinum 2015 varð hon afturvald og Tjóðveldi gjørdist partur av stjórnini hjá Aksel V. Johannesen. Hin 15. september 2015 varð Kristina útnevnd fíggjarmálaráðharri.[5]

Keldur

rætta
  1. in.fo - Svimjingin knýtti Kristinu og Anniku saman Archived 2016-02-08 at the Wayback Machine, skrivað hevur Heri Simonsen, 7. feb. 2016
  2. Logting.elektron.fo
  3. Samrøða í Kringvarpi Føroya, útvarpinum, Sending um móður og dóttir.
  4. "Tjodveldi.fo, Kristina Háfoss". http://tjodveldi.fo/kristina_h%C3%A1foss/um_meg.aspx. Heintað 2012-08-22. 
  5. "in.fo - Hetta er nýggja landsstýrið". http://www.in.fo/news-detail/news/hetta-er-nyggja-landsstyrid-1/. Heintað 2015-09-15. 

Slóðir úteftir

rætta