Meginfelag Føroyskra Studenta
Meginfelag Føroyskra Studenta, er ein nationalur studentafelagsskapur, fyri hægri lestur.
MFS er stovnað í 1962, og umboðar føroysk lesandi í Føroyum og uttanlands. Endamálið við felagnum er at arbeiða fyri at betra viðurskifti teirra lesandi fíggjarliga, politiskt og sosialt. Sostatt er talan um rættiliga víttfevnandi arbeiði, har kjakfundir, blaðútgáva, samskifti við myndugleikar, hugnakvøld, lestrarstevna osfr. hoyra til arbeiðsøkið.
MFS hevur eitt yvirorðnað ráð, sum er ovasti mynduleiki í felagnum og trýggjar lokalar nevndir. Nevndirnar eru Ráð teirra lesandi í Tórshavn, MFS í Keypmannahavn og MFS í Aalborg.
Í altjóða høpi er MFS viðurkent sum sjálvstøðugt føroyskt studentafelag á jøvnum føti við eitt nú onnur norðurlendsk studentafeløg og altjóða studentafelagsskapir. MFS er viðurkent samráðingarumboð teirra lesandi mótvegis føroysku myndugleikunum, og verður tikið við upp á rað, tá viðurskifti, sum viðkoma fólki undir útbúgving, verða viðgjørd.
MFS hevur fullan limaskap í Nordiskt Ordförande Möte (NOM), sum er eitt norðurlendskt og baltiskt samstarvsnetverk, sum m.a. hevur til endamál at viðgera útbúgvingarpolitisk mál í breiðum høpi. Eisini er MFS limur í samstarvsverkinum North-Atlantic Island Student co-operation (NAIS), sum er eitt útnorðursamstarv, millum nationalu lestrarfelagsskapirnar í Íslandi, Grønlandi og Føroyum.
MFS hevur eina játtan á føroysku fíggjarlógini, sum ger virksemi felagsins møguligt. Í 2012 var játtanin á kr. 180.000.
Forfólk í MFS
rætta- Kristina Háfoss (1999 - 2000)
- Birita í Dali (2010 - 2011)
- Regin Berg (2013 - 2014)
- Turid Christophersen (2014 - 2015)
- Torstein Jóhannus Fríðfinnson (2015 - 2017)
- Helena Jørmundsson (2017 - 2018)
- Barbara Gaardlykke Apol (2018 - 2019)
- Sissal Heystoy (2019 - 2020)
- Tór Marni Weihe (2020 - 2022)
- Magnus við Streym (2022 - 2023)
- Magnus Kárason Durhuus (2023 - nú)
Síðan 2020 hevur heitið forseti verið nýtt, heldur enn forkvinna / formaður.
Útgávur:
rættaUpprunaliga vóru tvey bløð, sum MFS útgav árliga. Hesi vóru Pisan og Fjølnir.
Síðan 2012 og fram, hevur MFS einans útgivið eitt blað, sum nýtir heitið Fjølnir. Fjølnir er ein samanrenning av gamla Fjølni og Pisuni, og snýr seg um lestrarviðurskiftir, útbúgvingarpolitik og annað viðkomandi fyri lesandi og áhugaði annars.
MFS hevur ISBN nummar: 99918-988
Aðrar útgávur
rætta1966 - Message from the Faroese Students. Eftir Árna Olafsson og Zacharias Wang. Meginfelag Føroyskra Studenta. (Eisini útgivið á fronskum)[1]
1995 - Ein varligur dráttur í tara: og aðrar stuttsøgur. Meginfelag Føroyskra Studenta.
Keldulisti
rætta- ↑ "Zacharias Wang". H. N. Jacobsens Bókahandil. http://www.bokhandil.fo/include/main.php?sida=../Link/viewforfatter2&id=1052. Heintað 13-10-2020.