Aalborg (Ålborg) er ein býur í Norðurjútlandi í Danmark. Í býnum búgva 109.092 fólk, um Nørresundby verður taldur við, so er íbúgvaratalið 126.556, hetta fólkatalið ger Aalborg til tann fjórðstørsta býin í Danmark. Í Aalborg kommunu búgva 201.142 (2012)[1], hetta ger kommununa til ta trið størstu kommunu í Danmark, næst eftir Keypmannahavn og Århus. Hin 1. januar 2007 legði Aalborg kommuna saman við grannakommununum Hals, Nibe og Sejlflod.

Nytorv í miðbýnum á Aalborg

SøgaEdit

Søgan hjá Aalborg býi fer meira enn 1000 ár aftur í tíðina. Alabu er tað fyrsta kenda navnið fyri Aalborg, tað er skrivað á pengamyntir sum eru frá 1040-árunum. Býurin fekk keypsrættindi í 1342.

Áðrenn VíkingatíðEdit

 
Lindholm Høje (Lindhólm Heyggjar)

Hildið verður, at býurin varð bygdur í Víkingatíðini, men prógv eru funnin um at fólk hava búð har í nógv longri tíð enn so. Orsøkin til at býurin er har ið hann er, er tann at staðið er eitt gott stað at ferðast yvir um Limfjørðin, sum er smalur á hesum staði, umframt at her vóru góðir havnamøguleikar har ið áin Eysturá (Østerå) rennur út í fjørðin.[2] Í Jarnøldini lógu fleiri bygdir á fleiri av kritheyggjunum, har núverandi Aalborg er bygdur. Teir týdningarmesti av hesum heyggjum vóru Lindholm Høje, Tranders og Hasseris. Á Lindhólm Heyggjunum er eitt gravarstað, sum var í nýtslu tíðarskeiðið 400 e.Kr. til 1000 e.Kr. enn sjónligt.

VíkingatíðinEdit

Hildið verður, at tann fyrsta staðsetingin á Aalborg var við munnan á Eysturánni við Limfjørðin, í tí økinum har ið gøturnar Algade og Boulevarden møtast í dag. Áin virkaði sum havn eins og áir gjørdu í øðrum býum á handilsstøðum í Danmark í Víkingaøldini. Undir teimum eldstu húsunum hevur man funnið spor eftir landbúnaði. Eftir øllum at døma hevur ein bygd verið her frá umleið ár 800 e.Kr.

KeldurEdit

  1. Aalborgkommune.dk
  2. Bergman Møller (2000) s. 38

SlóðirEdit

Sí miðlasavnið

Coordinates: 57°2′47.76″N 9°55′21.36″E / 57.0466000°N 9.9226000°E / 57.0466000; 9.9226000