ISBN stendur fyri International Standard Book Number, sum merkir Millumtjóða StandardBókaNummar. Einhvør bókaútgáva fær tillutað eitt 13-siffrað tal at eyðmerkja hana við. Landsbókasavnið er føroysk ISBN-skrivstova og umsitur okkara landsøki í samstarvi við International ISBN Agency í London. Laura Vinther, leiðari á Tjóðbókaskránni, stendur fyri umsitingini av føroyska ISBN.

Alment

rætta

Í 1967 settu bókahandlar og útgevarar í Bretlandi í gildi eina skipan við einum 9-siffraðum SBN (Standard Book Number), sum varð brúkt fram til 1974. Í 1970 kom í gildi ein felags avtala millum flestøll lond í heiminum um eitt 10-siffrað ISBN. Bretska SBN kundi gerast um til ISBN við at seta eitt 0 frammanfyri.

Fyrst í 21. øld varð avgjørt, at ISBN skuldi gerast til ein part av tí meiri umfatandi skipanini EAN, og síðani 1. januar 2007 hevur ISBN tí verið 13-siffrað. Tað gamla ISBN-10 kundi gerast um til ISBN-13 við at seta 978 frammanfyri og rokna tað síðsta talið av nýggjum eftir reglunum hjá EAN. Nýggj ISBN kunnu eisini byrja við 979, men tá er fjórða siffurið ikki 0, tí at bólkurin 979-0- er tillutaður ISMN.

Eftir at tað 13-siffraða ISBN er sett í gildi, hevur ein bókaútgáva sama EAN og ISBN, tó við tí muni at EAN hevur hvørki bindistrikur ella millumrúm. T.d. hevur bókin Fiskar undir Føroyum ISBN 978-99918-0-483-5 ella 978 99918 0 483 5 og EAN 9789991804835. Eftir gomlu skipanini hevði bókin ISBN 99918-0-483-8.

Taláseting

rætta

ISBN hevur 5 talbólkar (fyrr 4). Annar, triði og fjórði bólkur hava til samans 9 siffur, men hvør bólkur sær kann hava ymiskt tal av siffrum. Teir 5 bólkarnir verða skildir sundur við bindistrikum ella millumrúmum.

  1. EAN bólkanummar 978 ella 979
  2. Málbólkanummar ella landsbólkanummar
  3. Útgevaranummar
  4. Útgávunummar
  5. Eftirlitstal

Bólkanummar

rætta

Her eru nøkur dømi um bólkanummur. Ein fullfíggjaður listi er at finna á ensku wikipediuni.

  978-0-   Enskt   Málbólka-
  nummur
  978-1-
  978-3-   Týskt
  978-2-   Franskt
  979-10-   Frankaríki   Landsbólka-  
  nummur
  979-8-   USA
  978-82-   Noreg
  978-84-   Spania
  979-13-
  978-87-   Danmark
  978-91-   Svøríki
  978-88-   Italia
  979-12-
  978-89-   Suðurkorea  
  979-11-
  978-90-   Holland
  978-94-
  978-9935-   Ísland
  978-9979-
  978-99918-     Føroyar  

Periodika, herundir tíðarrit, verða merkt við einum ISSN.

Ávísingar úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið