Bjarni Kárason Petersen

(Ávíst frá Bjarni K. Petersen)

Bjarni Kárason Petersen (føddur 14. august 1994) er ein føroyskur politikari, búsitandi í Havn.

Bjarni Kárason Petersen ber fram røðu á løgtingsins røðarapalli

Hann hevur verið formaður í politiska ungmannafelagnum Framsøkin Ung síðani august 2014, men hevur verið virkin í ungmannafelagnum síðani byrjanina av 2013. Bjarni Kárason Petersen stillaði upp til løgtingsvalið 2015 fyri Framsókn, og var við 135 atkvøðum nummar 4 á listanum. Poul Michelsen, floksformaður í Framsókn, gjørdist eftir samgongusamráðingunum landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, og tók Ruth Vang sostatt sæti fyri hann. Bjarni Kárason Petersen var tískil varðamaður fyri flokkin, sum nummar 4 á listanum. Tann 25. novembur 2015 tók hann sum 21-ára gamal fyri fyrstu ferð sæti á tingi sum avloysari fyri Honnu Jensen, løgtingskvinnu, og gjørdist sostatt ein av teimum yngstu í Føroya søgu at taka sæti á tingi. Á løgtingsvalinum 2022 varð hann valdur í løgtingið á fyrsta sinni. Hann gjørdist nummar tvey á listanum hjá Framsókn við 355 atkvøðum.

Keldur

rætta
  1. Valevni - Bjarni Kárason Petersen Archived 2016-02-15 at the Wayback Machine
  2. 21 ára gamli Bjarni Kárason Petersen tekur sæti á tingi