Framsøkin Ung (fyrr Framsøkin Ungdómur, stytt FU) er eitt politiskt ungmannafelag í Føroyum. Framsøkin Ung varð stovnað tann 12. August 2011, og er ungmannafelagið hjá politiska flokkinum Framsókn, ið eisini varð stovnaður í 2011. Virðini hjá ungmannafelagnum eru tey vinnuligu, persónligu og tjóðskaparligu frælsini, eins og hjá móðurflokkinum. Ungmannafelagið ynskir sostatt eisini føroyskt fullveldi. Tó er Framsøkin Ung óheft av móðurflokkinum, politiskt og fíggjarliga. Framsøkin Ung er eitt liberalt og progressivt ungmannafelag, og hava eisini luttikið í almenna rúminum, tá ið kjakast hevur m.a. um Ríkisfelagsskapin, borgarliga víglsu av samkyndum, einskiljing av Rúsdrekkasølu Landsins, viðurskiftir hjá lesandi og ungum, kynskvotur, o.ø.

Búmerkið hjá Framsøkin Ung (2016)

Val og valevnir

rætta

Kommunuval 2012

rætta

Á kommunuvalinum 2012, stillaði ungmannafelagið Ólavur í Búrstovu, Harriet Olafsdóttir Av Gørðum og Ríkin Napoleon Djurhuus upp til valevni, á lista floksins. Ongin teirra var tó valdur inn.

Løgtingsval 2015

rætta

Á løgtingsvalinum 1. septembur 2015 stillaði Framsókn formannin, Bjarna Kárason Petersen upp á lista floksins, vegna ungmannafelagnum. Bjarni Kárason Petersen fekk 135 persónligar atkvøður, og bleiv eftir samgongusamráðingunum varamaður fyri Framsókn í valskeiðinum 2015-2019 . Framsøkin Ung hevur sostatt umboðan á løgtinginum regluliga, og er einasta ungmannafelag at hava tað, fyri uttan Kristinu Clementsen í Unga Tjóðveldið.

Kommunuval 2016

rætta

Framsøkin Ung hevur eitt valevni til kommunuvalið 2016. Aleksandur Leitistein Olsen tillar upp til Tórshavnar býráð, og verður valið hildið 8. Novembur 2016

Norðurlendskt samstarv

rætta

Framsøkin Ung luttekur á hvørjum ári til tingsetuna hjá UNR (Ungdomens Nordiska Råd), har tey eru ein partur av tingbólkinum NLU (Nordens Liberale Ungdom). Ungmannafelagið hevur í hesum samstarvinum verið við til at gjørt og lagt fram hesi uppskot til samtyktar til tingsetuna:

  • Uppskot til samtyktar um at viðurkenna rættin hjá føroyingum at drepa hval
  • Uppskot til samtyktar um at Føroyar fær sjálvstøðugan limaskap í norðurlendska samstarvinum (innliman í Helsingforssáttmálanum)
  • Uppskot til samtyktar um at Norðurlond viðurkenna rættin hjá Føroyingum at hava egna stjórnarskipan

Formenn síðani 2011

rætta
Ár Formaður/kvinna
2011 Harriet Olafsdóttir Av Gørðum
2012 Ólavur í Búrstovu
2013 Petur Kristinn Vang
2014 Bjarni Kárason Petersen
2015 Jógvan í Dímun Højgaard
2016 Bjarni Rasmussen
2017 Bjarni Rasmussen
2018 William Bærentsen
2019 Teitur Vestergaard Jakobsen
Sessur Formaður Næstformaður Kassameistari Skrivari Nevndarlimur 1. Tiltakslimur 2. Tiltakslimur
2011 Harriet Olafsdóttir Av Gørðum Jógvan Elias O. Davidsen Hans A. Norðfoss
2012 Ólavur í Búrstovu Petur Kristinn Vang N/A
2013 Petur Kristinn Vang Bjarni Kárason Petersen Ólavur í Búrstovu
2014 Bjarni Kárason Petersen Ólavur í Búrstovu Høgni Lamhauge Jógvan í Dímun Højgaard Sverri Skaalum
2015 Jógvan í Dímun Højgaard Bjarni Rasmussen Bjarni Kárason Petersen Aleksandur Leitisstein Olsen Pætur Jákupsson Tummas Jóhan Sigvardsen Hanna Vang
2016 Bjarni Rasmussen Aleksandur Leitistein Olsen Guðrun Jóannesardóttir Henriksen Tóra á Løgmansbø Bláhamar William Bærentsen Kristianna Tórheðinsdóttir Bjarni Kárason Petersen
2017 Bjarni Rasmussen William Bærentsen Ludvík Petersen Aleksandur Leitisstein Olsen Kristianna Tórheðinsdóttir
2018 William Bærentsen Aleksandur L. Olsen Ludvík Petersen Vilhelm Clementsen Kristianna Tórheðinsdóttir Teitur Vestergaard Jakobsen
2019 Teitur Vestergaard Jakobsen William Bærentsen Jógvan Fríði Tróndarson Rúna Kass Joensen Kristian Clementsen Kristianna Tórheðinsdóttir Aleksandur Leitisstein Olsen

Slóðir

rætta