Uni Rasmussen

føroyskur politikari

Uni Rasmussen (føddur 1968, úr Søldarfirði) er føroyskur vøddamýkjari, hotelstjóri og politikari. Hann er býráðslimur í Eysturkommunu og varð valdur í løgtingið á løgtingsvalinum 2019, sum løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.[1]

Uni er búsitandi í Norðragøtu og giftur við Emmu. Hann er blindur og hevur førarahundin Luna, sum er við honum allastaðni, har hann fer.[2]

Í sínum ungu døgum arbeiddi hann sum bilmekanikari, og sum 21 ára gamal gjørdist Uni blindur í einum bilóhappi.[3] Nøkur ár seinni tók hann útbúgving sum vøddamýkjari, og arbeiddi seinni sum sjálvstøðugur vinnurekandi. Umframt tað hevur Uni í fleiri ár verið stjóri á Hotel Runavík, og býráðslimur í Eysturkommunu.[4]

Í 2019 stillaði hann upp sum valevni hjá Fólkaflokkinum bæði til fólkatingsvalið 5. juni og til løgtingsvalið 31. august. Á fólkatingsvalinum 5. juni fekk hann 827 persónligar atkvøður og gjørdist vinnari á fólkaflokslistanum. [2] Á løgtingsvalinum 31. august fekk hann 464 persónligar atkvøður og varð tískil valdur á løgting. [2]

Uni Rasmussen varð tilnevndur landsstýrismaður í fíggjarmálum 23. februar 2022. Samstundis gjørdist hann varaløgmaður.[5][6]

Bróðirin eisini politikari

rætta

Bróðirin Joen Magnus Rasmussen var fastur varalimur á Føroya Løgtingi 2011-2015. Á løgtingsvalinum í 2015 fekk hann 278 persónligar atkvøður og gjørdist nummar 7 á listanum hjá Fólkaflokkinum, sum fekk einans seks tingfólk á valinum. Í 2016 tók Jóan Magnus kortini fast sæti á tingi, tá Annika Olsen gjørdist borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Joen Magnus Rasmussen stillaði tó ikki upp aftur í 2019.[7][8][9] Brøðurnir høvdu frammanundan avtalað, at teir býttu valini millum sín, so at Uni Rasmussen stillaði upp til fólkatingsvalið, meðan Joen Magnus Rasmussen stillaði upp til løgtingsvalið. Men í kjalarvørrinum av góða úrslitinum hjá Una á fólkatingsvalinum, varð tann avgerðin seinni broytt. [10][7]

Keldur

rætta

Ávísingar úteftir

rætta