Søldarfjørður er ein bygd í Eysturoynni. Søldarfjørður verður mett at vera landnámsbygd og telur í dag 362 fólk (2022) (334 fólk í 2013). Sjógvurin, sum hevur givið fólkinum á staðnum dagligt breyð, hevur eisini kravt síni offur, og í bygdini Søldarfjørður stendur minnisvarði yvir teir, sum ikki komu heim aftur av havinum. Serliga meint var Søldarfjørður raktur, tá sluppn Immanuel fórst náttina milum 9. og 10. apríl 1932, og 10 menn úr Søldarfirði fórust umframt fleiri í grannabygdunum. Minnisvarðin er fyri sjólátin í bygdunum Skipanes, Søldarfirði og Lamba.

Søldarfjørður
Solmundefjord (danskt)
Bygd
Søldarfjørður
Søldarfjørður
Land  Føroyar
Sýsla Eysturoya sýsla
Oyggj Eysturoy
Kommuna Runavíkar kommuna
Íbúgvar 349 (2015)[1]
Postnummur FO-660
Markatal -

Bygdin er kend fyri síni mongu stóru trø.[2]

Søldarfjørður verður hildin at vera landnámsbygd. Soleiðis skrivar Robert Joensen í grein síni ”Hvussu gomul er bygdin” (Varðin 38: 27). Fyrstu ferð Søldarfjørður verður nevndur í søguligari keldu er í jarðarbókini frá 1584. Tá situr Jón Heinason, løgmaður og bóndi í Lamba, við festijørðini í Søldarfirði. Heinason sat við nógvari jørð um alt landið, bæði ognar- og kongsjørð. Men bústaður og høvuðsgarður hansara hevur óivað verið her, úr Søldarfirði og út á Glyvrar.

Trúbótin kom til Føroya umleið 1540, og í tí sambandi kom øll kirkjujørðin undir kong. Hugsandi er, at Søldarfjørður hevur verið kirkjujørð undan trúbótini. Arne Thorsteinsson skrivar í Fróðskaparritum frá 1978 eina grein um forna búseting í Føroyum. Har skrivar hann um, hvussu bygdir spakuliga eru skiftar sundur í býlingar og síðan í hús, og at hetta er byrjað longu í víkingatíðini. Í hesum sambandi nevnir hann, at hann hugsar, at tey stóru festini, sum fevna um heilar býlingar, í 1584 longu eru komin undir kirkjuna tíðliga í miðøld (Thorsteinsson 1978: 74).

Fram til 1712, tá ið Jákup Rasmusson festir í Søldarfirði, eru somu bøndur í Søldarfirði, Útbø og Lamba. Festið á Glyvrum fer burturav millum 1642 og 1649. Hyggja vit nærri eftir teimum trimum festunum, síggja vit, at í Søldarfirði ganga í 1584 18,46 seyðir á mørkina (umframt átta neyt og eitt ross), úti á Bø hoyrir einki til festið, og í Lamba ganga 18,19 seyðir á mørkina. Hugsandi er tí, at Søldarfjørður og Útbø hava ligið í felagi, tvs. at talið av kríatúrum hevur verið felags fyri tey bæði festini. Tað, at 80 seyðir verða fluttir úr Søldarfirði til Lamba, tá ið Jákup Rasmusson festir í 1712, bendir á, at so er (Degn 1945: 174). Staðanøvnini Heimbø og Útbø benda somuleiðis á, at tá ið fólk í sínari tíð (kanska tíðliga í miðøld) eru búsett Útbø, eru hesi fólkini komin av Heimbø. Men søguligar keldur vita einki at siga um hesi fólkini.

Á vártingi í 1674 verður Magnus Ólason í Søldarfirði stevndur fyri at hava havt samlegu við Maggu Ábrahamsdóttir. Magnus verður aftur stevndur á várting í 1679; hesa ferð fyri at hava ligið við konu síni, áðrenn tey giftust. Á vártingi í 1689 verður Petur Ábrahamsson úr Søldarfirði, sum tá er fluttur til Norðragøtu, stevndur fyri at hava ligið við konu síni, áðrenn tey giftust.

Í samband við eina marknatrætu millum Søldarfjørð og Lamba í 1740 teljast Ábraham Magnusson (tá 55 ára gamal) og Símun Magnusson (tá 60 ára gamal) millum vitnini. Hugsandi er, at øll hesi fólkini hava verið í familju, soleiðis at Magga og Petur vóru systkin, og at Ábraham og Símun vóru brøður, synir Maggu og Magnus. Um so er, er Símun føddur um tað tíðina, Magga og Magnus giftust og Ábraham nøkur ár seinni. Hvar í Søldarfirði hesi fólkini hava búð er ilt at siga. Hvat tey hava gjørt er ilt at siga; kanska hava uppsitið ella røkt garðin fyri bóndan. Tað er hugsandi, tí ættin hvørvur úr Søldarfirði, tá ið bóndi er komin í bygdina.

Ein hending, sum í 20 øld serliga merkti bygdina Søldarfjørð, var tá sluppirnar Laura og Immanuel gingu burtur náttina millum 9. og 10. apríl 1932. Við Immanuel doyðu ikki 10 menn úr Søldarfirði, og eftir teir sótu 6 einkur við 23 børnum. Eisini grannabygdirnar vóru hart raktar. Hetta, at so mong hús í bygdini høvdu mist forsyrgjaran í eini og somu vanlukku, skapti eitt serligt samanhald í bygdini og merkti fólkið í bygdini næstu mongu árini.

Mentan

rætta

Í Søldarfirði er gamal skúli uppi í bønum nakað uttarlaga í bygdini, sum nú er mestsum niðurdottin, eftir at nýggjur og størri skúli varð bygdur niðanfyri landsvegin eitt sindur innari í bygdini. Bygt varð uppí henda skúla umleið 1990, men nú (2023) er ikki vanlig skúlagongd í Søldarfirði, tí barnaskúlin er savnaður í størri eindir úti á Glyvrum og í Runavík. Skúlin í Søldarfirði verður tó nýttur til annað almannagagnligt virksemi.

Samkomuhúsið Elim í Søldarfirði er samkomuhús hjá brøðrasamkomuni. Tað varð upprunaliga bygt í 1920 og seinni bygt uppí. Umleið 1990 var nýggja samkomuhúsið Elim bygt beint niðanfyri tað gamla. Eisini har er bygt uppí umleið 2014.

Bønhúsið Bethel er samkomuhús hjá Heimamissiónini. Tað varð upprunaliga bygt sum missiónshús og vígt 14. februar 1936. Seinni er bygt uppí hetta husið. 1. juni 1986 varð tað vígt sum bønhús.

Keldur

rætta
  1. Hagstova.fo
  2. https://dimma.fo/livandi-jolatrae-i-soldarfirdi

Óli Jacobsen: Eitt 75 ára minni: Immanuel og Laura ganga burtur, in.fo 04.04.2007 (https://www.in.fo/news-detail/eitt-75-ra-minni-immanuel-og-laura-ganga-burtur


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið