Lamba
Lamba er ein bygd í Eysturoynni. Lamba er gomul søgulig bóndabygd, nevnd í 1350, men kann væl vera eldri. Í Lamba búgva nú (2013) 133 fólk. Tá talað verður um bygdina Lamba kemst ikki uttan um "Norsku Løvu". Hetta var ein donsk bark, sum nýggjársaftan í árinum 1707 í ódnarveðri rak á land og fórst í briminum út fyri Lamba. Øll manningin bjargaðist, og skal tað vera ein av manningini, sum yrkti vísuna "Norske Løve". Skipið skuldi reka inn á eina gjógv og smildrast, og eitt omanlop skuldi leypa oman yvir gjónna, og skipið skuldi hvørva í omanlopinum.
Lamba | |
Lamhauge (danskt) | |
Bygd | |
Lamba
| |
Land | Føroyar |
---|---|
Sýsla | Eysturoya sýsla |
Oyggj | Eysturoy |
Kommuna | Runavíkar kommuna |
Íbúgvar | 144 (2015)[1] |
Postnummur | FO-627 |
Markatal | 29-00-00 |
|
Lamba var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.
Keldur
rætta