Beinir Johannesen

Føroyskur politikari

Beinir Johannesen (føddur 12. februar 1997) er ein føroyskur politikari (FF), handilsleiðari, lesandi úr Klaksvík.[1][2]

Tá Beinir bleiv valdur í løgtingið, hevði hann nýliga lokið miðnámsprógv og var býráðslimur í Klaksvíkar Býráð fyri Fólkaflokkin.[2] Hann stillaði upp til løgtingsvalið fyri fyrstu ferð og varð valdur inn á tingið á valinum 31. august 2019. Hann fekk 995 persónligar atkvøður og tað vórðu flestar atkvøður bæði í Fólkaflokkinum og hjá teimum valevnunum, ið vórðu vald inn á ting fyri fyrstu ferð. Hann gjørdi eisini eitt sera gott fólkatingsval 5. juni, tá ið hann fekk 677 persónliga atkvøður.[3]

Hin 10. november 2022 varð hann valdur til formann Fólkafloksins, eftir at Christian Andreasen legði frá sær sum formaður, stutt eftir fólkatingsvalið 2022 og dagin eftir, at løgmaður útskrivaði løgtingsval. Beinir var tá 25 ára gamal.[4]

Familja

rætta

Beinir Jo­hann­e­sen er abbasonur Vilhelm Johannesen, sum var løg­tings­mað­ur frá 1980-2008. Hann er eis­ini bróðirsonur Aksel V. Johannesen, løgmann og for­mann Javnaðarfloksins.[5]

Ávísingar úteftir

rætta

Keldur

rætta