Christian Andreasen
Christian Andreasen (føddur 10. desember 1959) er advokatur og politikari fyri Fólkaflokkin. Í mars 2022 gjørdist hann formaður fyri Fólkaflokkin.
Lívsleið
rættaChristian Andreasen er útbúgvin løgfrøðingur og starvast sum advokatur í Tórshavn. Hann er medeigari av advokatfyritøkuni Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4 í Tórshavn. Hann hevur sitið í eini røð av nevndum. Fyri tíðarskeiðið 1989 - 1996 var hann formaður fyri Líkningarráð Føroya, fyri tíðarskeiðið 1993 - 1996 formaður fyri mvg-nevndini. Síðani 1989 hevur hann verið nevndarformaður fyri P/f J&K Petersen og siðani 1998 nevndarformaður fyri P/f SMS. Fyri tíðarskeiðið 2001 til 2009 var hann nevndarformaður fyri P/f Atlantic Airways. Síðani 2010 hevur Christian Andreasen verið forseti fyri FSF. Hann hevur eisini sitið í altjóða nevndum í UEFA og FIFA. Síðani 2013 hevur hann verið limur av FIFA Appeal Committee, frá 2010 - 2016 í UEFA Players Status og síðani 2016 í UEFA Legal Committe. Í juni 2019 bleiv hann valdur sum formaður fyri UEFA Legal Committee.
Politisk lívsleið
rættaChristian Andreasen stillaði upp til fólkatingsvalið 2019 og fekk 709 atkvøður ella 3.flestar atkvøður á listanum hjá Fólkaflokkinum. Til løgtingsvalið í august 2019 bleiv hann valdur í Løgtingið fyri Fólkaflokkin.[1]
Hann varð valdur til formann fyri Fólkaflokkin í mars mánaði 2022.[2]
Løgtingsnevndir
rættaÍ Løgtinginum er Christian Andreasen valdur sum formaður fyri Rættarnevndina og fyri Landsstýrismálanevndina fyri tíðarskeiðið 2019-2023.
Keldur
rætta- ↑ "Nýggjar tíðir við Fólkaflokkinum". vp.fo. 2. september 2019. http://www.vp.fo/news-detail/news/news/detail/nyggjar-tidir-vid-folkaflokkinum/?L=0&cHash=e2404e1b105ad871bbe87747d0222255. Heintað 30. september 2019.
- ↑ Hetta er nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, vp.fo, 18.03.2022