Fótbóltssamband Føroya

(Ávíst frá FSF)

Fótbóltssamband Føroya ella FSF er ovasta leiðslan innan fótbólt í Føroyum. FSF varð stovnað 13. januar 1979. Áðrenn tað, árini 1942 til 1978 var tað ÍSF ið hevði ábyrgdina av fótbóltinum í Føroyum. FSF er við til at menna føroyskan fótbólt, m.a. við at skipa fyri skeiðum fyri venjarar og dómarar. FSF hevur eisini ábyrgdina fyri føroysku landsliðunum bæði hjá monnum, kvinnum og unglingum. Meistaradeildin hjá monnum byrjaði í 1942. Skipaður kvinnufótbóltur í Føroyum byrjaði í 1985. 2. juli 1988 gjørdist Føroyar limur í FIFA og 18. apríl 1990 gjørdist Føroyar limur í UEFA. Síðan tá hevur Føroyar luttikið í altjóða fótbóltskappingum.

Formenn í Fótbóltssambandi Føroya

rætta
Tíðarskeið Formaður
1979-1981 Christian Olsen
1981-2002 Torleif Sigurðsson, Klaksvík
2002-2004 Dánjal Andreassen, Leirvík
2004-2008 Óli Holm, Vágur
2008-2010 Høgni í Stórustovu, Tórshavn
2010- Christian Andreasen, Tórshavn

Aðalskrivarar

rætta

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. "FSF.fo, Fótbóltssamband Føroya". http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=34. Heintað 2012-09-30. 

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið