18. apríl
dagfesting
<< | Apríl 2024 | >> | ||||
Má | Tý | Mi | Hó | Fr | Le | Su |
1 | 2 | 3 | 4 | 5 | 6 | 7 |
8 | 9 | 10 | 11 | 12 | 13 | 14 |
15 | 16 | 17 | 18 | 19 | 20 | 21 |
22 | 23 | 24 | 25 | 26 | 27 | 28 |
29 | 30 | |||||
MMXXIV |
18. apríl er dagur 108 í árinum í gregorianska kalendaranum (dagur 109 um skotár er). 257 dagar eru eftir av árinum.
Hendingar
rætta- 1506 - Grundarsteinurin lagdur til Pæturskirkjuna í Vatikaninum í Rom.
- 1521 - Martin Luther vil ikki møta í Ríksdegnum í Worms at afturkalla ákærurnar ímóti kirkjuni.
- 1864 - Preusiskar og eysturríkskar herdeildir leggja á skansarnar við Dybbøl. Eftir at umleið 1700 mans eru falnir og særdir má danski herurin geva seg yvir, og alt Jylland verður hersett.
- 1906 - Ein jarðskjálvti, sum førir til nógvar eldsbrunar, leggur størsta partin av San Francisco í Kalifornia í oyði. Fleiri enn 1.000 fólk doyggja, og 28.000 hús leggjast í oyði.
- 1940 - Yrkjarapresturin Kaj Munk mælir í prædiku í Sønderborg til mótstøðu ímóti týska hersetingarvaldinum í Danmark.
- 1998 - Anders Fogh Rasmussen verður valdur til floksformman í Venstre.
- 2014 - Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavági vann FM í talvi bert 16 ára gamal. Tað gjørdist greitt, at hann hevði vunnið, longu tá eitt umfar var eftir, tí tá hevði hann 8 stig, meðan teir næstu eftir honum høvdu 6 stig. Hann er yngsti FM vinnari í talvi nakrantíð. Dagin eftir skrivaði hann artur føroyska talvsøgu, tá hann vann sín seinasta dyst og gjørdist tann higatil fyrsti og einasti, ið hevur vunnið FM í talvi við fullum stigatali.
Føðingar
rætta- 1918 - Gabriel Axel, danskur leikstjori (d. 2014)
- 1925 - Bob Hastings, amerikanskur sjonleikari (d. 2014)
- 1927 - Tadeusz Mazowiecki, polskur politikari (d. 2013)
- 1941 - Michael D. Higgins, irskur forseti.
- 1947 - James Woods, amerikanskur sjonleikari.
- 1953 - Rick Moranis, kanadiskur sjonleikari.
- 1956 - Eric Roberts, amerikanskur sjonleikari.
- 1971 - David Tennant, skotskur sjonleikari.
- 1976 - Melissa Joan Hart, amerikonsk sjonleikarinna.
- 1995 - Divock Origi, belgiskur fotboltsleikari.
Andlát
rætta- 1955 - Albert Einstein, týskur alisfrøðingur (f. 1879)
- 1974 - Marcel Pagnol, franskur rithovundur (f. 1895)
- 2002 - Thor Heyerdahl (f. 1914)
Januar | Februar | Mars | Apríl | Mai | Juni | Juli | August | September | Oktober | November | Desember |