Rick Moranis
Frederick Allan "Rick" Moranis, føddur 18. apríl 1953, er ein kanadiskur skemtari, sjónleikari og tvær ferðir tilnevndur Grammy tónleikari. Rick bleiv kendur umleið 1980 í skemtirøðini Second City Television og leikti seinni í fleiri Hollywood filmum sum Strange Brew, Ghostbusters, Spaceballs, Little Shop of Horrors, Honey, I Shrunk the Kids (og eftirfylgjaranar), Little Giants, Parenthood, The Flintstones og My Blue Heaven. Rick Moranis gavst at innspæla filmar í 1997, men hevur sett rødd til nakrar teknifilmar síðani.
Lívsleið
rættaRick Moranis var føddur í Toronto, Ontario í Kanada, inn í eina jødiska familju.[1] Hann gekk í Sir Sanford Fleming Secondary School í Toronto. Hann gekk í fólkaskúla saman við Geddy Lee, forsangaranum í rokkbólkinum Rush.
Starvsleið
rættaStarvsleið Ricks sum undirhaldari byrjaði sum útvarps DJ mitt í 1970-árunum, har hann nýtti navnið "Rick Allan", á trimum útvarpstøðum í Toronto.
Í 1980 varð hann yvirtalaður at leika í triðju røð av skemtirøðini Second City Television (SCTV) av vini sínum og rithøvundi av røðini, Dave Thomas.[2] Tá var Rick tann einasti av leikarunum, sum ikki hevði staðið á einum palli fyrr. Rick kom at vera kendur fyrir hermingar sínar av millum øðrum Woody Allen, George Carlin og David Brinkley.
Rick Moranis fekk sín fyrsta stóra leiklut í filminum Strange Brew frá 1983.
Í 1989 fekk Rick hondavtrykkini hjá sær á gongugøtuna uttanfyri The Great Movie Ride í Walt Disney World í Florida, USA.
Spælifilmar
rættaEftir Strange Brew spældi Rick í eini røð av filmum tey næstu 10 árini, har teir mest kendu munnu vera Ghostbusters, Spaceballs og Honey, I Shrunk the Kids og teir tveir eftirfylgjararnir av tí filminum.
Síðstu stóru filmarnir, Rick Moranis spældi í, vóru The Flintstones (1994) og tað stóra floppið Big Bully (1996). Í Flintstones var Rick næstan ikki til at kenna. Hann hevði ein ljósan parykk og brúkti aldrin tær stóru brillurnar, sum var eyðkenni hansara. Disney endaði Honey, I shrunk røðina í 1997 viðfilminum Honey, We Shrunk Ourselves, sum varð útgivin beint á VHS band uttan sýningar í filmshúsum, har Rick var tann einasti uppunaligi sjónleikarin sum var eftir í røðini. Hann hevur eftir røðina arbeitt tvær ferðir afturat fyri Disney, hesu ferð sum raddaleikari fyri ein elg í filminum Brother Bear og eftirfylgjaranum, sum kom út stutt aftaná.
Avgerðin um at gevast í filmsídnaðinum
rættaRick gavst almennt í filmsídnaðinum í 1997, seks ár aftaná at hann hevði mist konu sína, Ann, sum doyði av bróstkrabba í 1991. Hann greiddi seinni frá í eini samrøðu, at hann var farin so spakuliga at trekkja seg frá filmstilboðum í 1996 ella 1997. "Eg eri einligur pápi og føldi tað torført at ala upp børn míni, samstundis við allari ferðingini, sum fylgir filmsgerð. So eg tók mær ein lítlan steðg, sum so bleiv til ein eitt sindur longri steðg, og so gekk tað upp fyri mær at eg saknaði tað ikki so nógv"[3]
Onnur verk
rættaRick Moranis hevur tvær ferðir verið nomineraður til eina Grammy virðisløn. Tað var í 2006 við útgávuni The Agoraphobic Cowboy.
Filmografi
rættaFilm
rættaYear | Heiti | Leiklutur | Viðmerkingar |
---|---|---|---|
1983 | Strange Brew | Bob McKenzie | Høvundur og Leikstjóri |
1984 | The Wild Life | Harry | |
1984 | Ghostbusters | Louis Tully | |
1984 | Streets of Fire | Billy Fish | |
1984 | Hockey Night | Coach | |
1985 | Brewster's Millions | Morty King | |
1985 | Head Office | Howard Gross | |
1986 | Little Shop of Horrors | Seymour Krelborn | |
1986 | Club Paradise | Barry Nye | |
1987 | Spaceballs | Lord Dark Helmet | |
1989 | Ghostbusters II | Louis Tully | |
1989 | Parenthood | Nathan Huffner | American Comedy Award fyri stuttligasta eykaleikara í einum spælifilmi |
1989 | Honey, I Shrunk the Kids | Wayne Szalinski | |
1990 | My Blue Heaven | Barney Coopersmith | |
1991 | L.A. Story | Gravedigger | Ókrediteraður |
1992 | Honey, I Blew Up the Kid | Wayne Szalinski | |
1993 | Splitting Heirs | Henry Bullock | |
1994 | Little Giants | Danny O'Shea | |
1994 | The Flintstones | Barney Rubble | |
1996 | Big Bully | David Leary | |
1997 | Honey, We Shrunk Ourselves | Wayne Szalinski | |
2001 | Rudolph the Red-Nosed Reindeer and the Island of Misfit Toys | The Toy Taker Mr. Cuddles |
Rødd |
2003 | Brother Bear | Rutt | Rødd |
2003 | Miss Spider's Sunny Patch Kids | Holley | Rødd |
2006 | Brother Bear 2 | Rutt | Rødd |
Sjónvarp
rættaÁr | Heiti | Leiklutur | Viðmerkingar |
---|---|---|---|
1980–1981 | Second City TV | Fleiri leiklutir | Leikritshøvundur Emmy Award fyri Outstanding Writing in a Variety or Music Program Nomineraður – Emmy Award fyri Outstanding Writing in a Variety or Music Program |
1981–1982 | SCTV Network 90 | Bob McKenzie og onnur | Leikritshøvundur |
1983 | Saturday Night Live | Bob McKenzie | Røð 8, Partur 10 |
1983 | Saturday Night Live | Hannsjálvur | Eyka vertur Røð 8, Partur 11 |
1984 | Hockey Night | Coach | Episode: "Crackers" |
1989 | The Rocket Boy | Automatic Safety System | |
1989 | Saturday Night Live | Himself | Vertur Røð 15, partur 2 |
1990 | Gravedale High | Max Schneider | |
1990 | The Earth Day Special | Vic's Buddy | |
1997 | Muppets Tonight | Hannsjálvur |
Parkir
rættaÁr | Heiti | Leiklutur | Viðmerkingar |
---|---|---|---|
1994 | Honey, I Shrunk the Audience! | Wayne Szalinski | Former Disney Parks in 3-D |
Diskografi
rættaAlbum
rætta- The Great White North (1981)
- Strange Brew soundtrack (1983)
- You, Me, the Music and Me (1989)
- The Agoraphobic Cowboy (2005)
- My Mother's Brisket & Other Love Songs (2013)
Film soundtrack
rættaÁr | Tónaskald | Lag | Filmur | Leiklutur |
---|---|---|---|---|
1986 | Howard Ashman & Alan Menken | "Skid Row Downtown" "Da-Doo" |
Little Shop of Horrors | Seymour Krelborn |
1997 | Various artists | "High Hopes" "Salute to the late fifties crooners, obscure British bands and Bill Withers" |
Muppets Tonight | Hannsjálvur |
Virðislønir og tilnevningar
rættaÁr | Virðisløn | Flokkur | Úrslit |
---|---|---|---|
1981 | Primetime Emmy Award | Outstanding Writing in a Variety or Music Program | Vann |
1982 | Outstanding Writing in a Variety or Music Program | Tilnevndur | |
1983 | Grammy Award | Best Comedy Album | Tilnevndur |
1990 | American Comedy Award | Funniest Supporting Actor in a Motion Picture | Vann |
1995 | Earle Grey Award | Best Cast | Vann |
2006 | Grammy Award | Best Comedy Album | Tilnevndur |
Útvortis leinkjur
rættaKeldur
rætta- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-12-09. https://web.archive.org/web/20151209190841/http://www.jns.org/latest-articles/2013/6/24/rick-moranis-going-from-ghostbusters-to-moms-brisket-draws-on-jewish-roots-in-new-album#.VKPBdHsgUac=. Heintað 2014-12-31.
- ↑ http://www.sctvguide.ca/characters/#moranis
- ↑ http://usatoday30.usatoday.com/life/people/2005-10-12-rick-moranis_x.htm