The Walt Disney Company

(Ávíst frá Disney)

The Walt Disney Company, eisini kent sum Disney, er ein ein amerikonsk fyritøka við høvuðssæti í Walt Disney Studios, Burbank, Kalifornia í USA. Fyritøkan er kend um allan heimin og er tann størsta fjølmiðlafyritøkan í heiminum, um hugsað verður um inntøkur.[1] Tað vóru brøðurnir Walt og Roy Disney, sum stovnaðu fyritøkuna hin 16. oktober 1923. Tá var navnið á fyritøkuni "Disney Brothers Cartoon Studio". Tá fyritøkan broytti navn í 1986 til The Walt Disney Company, bleiv tað samstundis víðkað um virksemið, og tey fóru í holt við nýggj vinnuøki, eitt nú sjónleikur, útvarp, tónleik, bókaforløg og internetmiðlar. Harumframt hevur fyritøkan ment nýggj øki innanfyri sjálva fyritøkuna fyri at víðka um málbólkin, sum til tá í høvuðsheitum vóru smábørn og barnafamiljur.

Logo fyri Walt Disney Company.
Walt Disneys Studios í Kalifornia er høvuðssætið hjá fyritøkuni Walt Disneys Company.

Fyritøkan er nokk mest kend fyri sínar filmsframleiðslur frá teirra egna filmsstudio, Walt Disney Studios, sum í dag er eitt av teimum størstu og kendastu filmsstudium í USA. Disney eigur og rekur ABC-sjónvarps-transmissiónsnetverk, eitt nú kaðalsjónvarps-kanalirnar Disney Channel, ESPN, A+E Networks og ABC Family; bókaforlag, fjepparavøru (merchandise) og teaturframførslur; samstundis sum fyritøkan eisini eigur og rekur 14 tema- og stuttleikaparkir kring heimin. Fyritøkan hevur eisini havt eina vælvirkandi tónleikadeild, umframt at hon hevur havt samstarv við Dow Jones Industrial Average síðan 6. mai 1991. Ein av teimum fyrstu og kendastu teknifilmsskapningunum hjá fyritøkuni, Mickey Mouse, er almenni maskotturin hjá The Walt Disney Company.

Sí eisini

rætta

Keldur

rætta
  1. Money.cnn.com Why Disney wants DreamWorks

Slóðir úteftir

rætta
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið