Hernaðarliga verjan
Hernaðarliga verjan skal við vápnum loysa hernaðarligar uppgávur. Hernaðarliga verjan er í trimum deildum: herurin, loftverjan og sjóverjan. Harumframt er eisini t.d. heimaverja. Hernaðarliga verjan er undir verjumálaráðharranum og verjumálaráðnum. Ovasta hernaðarliga stýrið er verjuovastin og verjuyvirmannaráðið. Øll lond hava sína landsverju at verja seg fyri ágangi uttaneftir. Eisini hernaðarliga eru Føroyar partir í danska ríkinum, so í verjuni hava vit ikki so nógv at siga. Vit hava ikki føroyska landsverju, men Vaktar- og Bjargingartænastan og vaktarskip hennara verja t.d. fiskiøki okkara fyri ránsveiðu. Tey, ið starvast í landsverjuni, eru fólk í føstum starvi og verjuskyldug. Ovastarnir hava sersjantar undir sær. Nógv fólk við vanligari útbúgving eru eisini í føstum hernaðarligum starvi. Undirhermenn í føstum starvi, kostáplar, hava um hendir serliga ta dýru útgerðina. Tey verjuskyldugu verða innkallað og útbúgvin. Summi av teimum innkallaðu verða eykaovastar og sersjantar. Almenna fyrireikingin skal síggja til, at samfelagið er til reiðar til kríggj, og at útgerð fæst til vega. Tíðindi skulu verða send ótarnað og skjótt, og ósonn tíðindi ikki koma út í orð og loypa ótta á fólk. At fólkið er róligt og vil varðveita samfelagið, er grundarlagið undir verjuni. Almenna verjan bjargar eisini mannalívum og ognum. Hon hjálpir fólki úr vanda, sløkkir eldar, o.a.
Herurin arbeiðir á landi. Hermenninir eru í grønum og døkkum eyðkennisbúnum. Herurin hevur ymiskar eindir. Stríðshermenn og gonguhermenn (infanteristar) eru saman við stríðsvognunum í sjálvum bardaganum. Skotherdeildirnar, artillari, skjóta við kanónum. Verkfrøðingar byggja vegir, forðingar, brýr og støðir. Útgerðarliðini fáa útgerð til hermótini og taka særdar aftur við sær.
Sjóverjan verjir sjóøkið. Fólkið er í myrkabláum eyðkennisbúna. Sjóverjan nýtir skip. Á skipunum eru t.d. rakettir. Korvettirnar eru so stórar, at tær sigla í øllum veðri. Torpedobátar eru smáir og ganga skjótt. Kavbátar kunnu sigla niðri í sjónum. Minuleggjarar og minustrúkarar leggja og taka upp minur. Verjuskipini ansa eftir sjóøkinum. Tey eru eisini undir Grønlandi og Føroyum.
Flogvápnið verjir loftrúmið og hjálpir hinum verjueindunum. Fólkið er í ljósabláum eyðkennisbúna. Ymisk flogfør eru. Stríðsflogfør ella tyrlur flyta útgerð og fólk. Tyrlurnar verða eisini brúktar í bjargingartænastuni. Á jørðini hevur flogvápnið rakettir, sum kunnu skjóta flogfør niður.
Heimaverjan gongur hinum verjueindunum til handa við løttum, men týðandi uppgávum. Nøkur fá teirra hava fast starv. Flestu eru sjálvboðin, sum í frítíðini fáa stutta útbúgving, og sum kunnu møta við stuttum skotbrái.
Lond
rættaLand | Árlig mett fíggjarætlan (milliardir USD) |
Kjarnorkuvápn | Herfólk í 2013 |
---|---|---|---|
USA | 682 | 7,700 | 1,369,532 |
Fólkalýðveldið Kina | 166 | 240 | 2,285,000 |
Russland | 94 | 8,500 | 766,000 |
Stóra Bretland | 63 | 225 | 198,810 |
Frakland | 62 | 300 | 222,215 |
Japan | 51 | - | 247,764 |
Týskland | 49 | - | 182,620 |
India | 43 | 90-100 | 1,325,000 |
Suðurkorea | 41 | - | 655,000 |
Saudiarabia | 40 | - | 233,500 |
Italia | 40 | - | 179,155 |
Brasil | 27 | - | 318,480 |
Avstralia | 27 | - | 56,552 |
Spania | 25 | - | 123,300 |
Turkaland | 25 | - | 664,049 |
Kanada | 21 | - | 65,700 |
Teivan | 19 | - | 290,000 |
Irak | 18 | - | 271,400 |
Ísrael | 16 | 50 | 176,500 |
Niðurlond | 13 | - | 37,365 |
Noreg | 6 | - | 24,450 |
Danmark | 3 | - | 18,628 |