Lat upp høvuðsmeny
Jhonghuá Mínguó
Lýðveldið Kina
Flagg Taivan
(Flagg Taivan)
Skjaldarmerki Taivan
(Skjaldarmerki Taivan)
Tjóðarslagorð: Onki
Tjóðsangur: Zhōnghúa míngúo gúogē
Locator map of the ROC Taiwan.svg
Alment mál Kinesiskt
Høvuðsstaður Taipei
Forseti Tsai Ing-wen
Varaforseti Chen Chien-jen
Fullveldi 7. desember 1949
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
36 179 km²
10,34 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2013
 - tættleiki
 
23 367 320
639/km²
Gjaldoyra Taivanskur dollari (TWD)
Tíðarøki UTC +8
Økisnavn á alnetinum .tw
Telefonkota +886

Lýðveldið Kina ella Taivan, sum í mong ár var partur í Kina, hevur verið avbyrgt frá kinesiska meginlandinum síðan 1949, tá ið tjóðskaparstjórnin flýddi út í oynna, eftir at hon hevði tapt borgarakríggið ímóti kommunistunum. Stýrið í Taivan sigur seg enn verða lógliga stjórnarvaldið í øllum Kina, og Fólkalýðveldið Kina sigur Taivan verða kinverskan landslut. Fá lond hava viðurkent Taivan sum sjálvstøðugt ríki.

StavsetingRætta

Á føroyskum verður landið við hvørt stavað Teivan, men eftir føroyskum stavsetingarreglum eigur tað at verða stavað Taivan[1].

LandafrøðiRætta

Oyggin liggur í Eysturkinesiska havinum, norðanfyri Filipsoyggjar og eystanfyri kinesiska meginlandið. Taivansundið skilur oynna frá meginlandinum.

SøgaRætta

Tá ið portugisiskir sjófarar fyrstu ferð komu til Taivan í 1590, nevndu teir oynna Ilha Formosa ("Oyggin Vakra"), tí hon var so fruktagóð, og fjøllini vóru so vøkur.[2]

PolitikkurRætta

Hóast Taivan loysti frá Kina undir borgarakrígnum í 1949, so metir Kina enn, at Taivan er ein partur av Kinesiska Ríkinum, og landið hevur hótt Taivan, hvørja ferð tað hevur haft ætlanir um at taka formelt sjálvstýri.

FólkiðRætta

UpprunafólkiðRætta

Langt fyri at kinverjar komu til Taivans, búðu mong fólkasløg har. Tey talaðu egið mál, men mangir siðir og gerandislív líktist. Kinverjar komu hagar í 17. øld, og sum tíðin leið, løgdu teir oynna undir seg og trokaðu burtur upprunafólkið, ið nú á døgum bara er 2 % av fólkinum í Taivan. Fjølmentasta upprunafólkið nú er amifólkið, sum eru dugnaligir leirkerasmiðir og bøndur. Amifólkið býr í stórum bygdum, og heima eru tað konufólkini, ið ráða.

ÁtrúnaðurRætta

Størstu átrúnaðirnir í Taivan eru buddisma, taoisma og konfusianisma. Hesir átrúnaðir líkjast nógv, og mong fólk trúgva á partar úr øllum trimum. Taoisman, ið tók seg upp í Kina um 300 f.Kr., er vegurin (tao) til einfalt lív og levnað leys av øllum jarðligum strevi. Endamálið hjá taoistum er at liva í samljóði við náttúruna, so at javnvág verður ímillum tann óvirkna kvinnupartin av likaminum (yin) og tann virkna mannpartin (yang).

Hygg eisini atRætta

Ávísingar úteftirRætta

KeldurRætta