Thor Heyerdahl
Thor Heyerdahl (føddur 6. oktober 1914 í Larvik, Noreg - deyður 18. apríl 2002 í Colla Micheri, Italia) var ein norskur royndarfornfrøðingur, rithøvundur og ævintýrari.
Kon-Tiki
rættaThor Heyerdahl er best kendur fyri at prógva, at mannasøgnin um eina ferð á flaka tvørtur um Kyrrahavið hjá einum manni, sum æt Kon Tiki, kundi vera sonn. Søgnin sigur, at Kon-Tiki og hansara fólk sigldu á flakum úr Suðuramerika tvørtur um Kyrrahavið, fleiri túsund kilometrar móti vestri til Polynesia, har tey búsettast á nøkrum oyggjum.
Fyri at prógva, at slík vandamikil ferð yvir Kyrrahavið veruliga kundi gerast við einum flaka, gjørdi hann sær flaka av balsaviði, líkan teimum flakum, sum upprunafólkið í Perú nýtti. Flakan kallaði hann Kon-Tiki. Tann 28. apríl í 1947 legði hann út av Perú og setti kósina vestur í hav. Tann 7. august sama ár var hann komin 8000 kilometrar vestur úr Suðuramerika. Tá strandaði hann á Raroia-rivinum og slapp upp á Taumotuoyggjar. Soleiðis hevði hann prógvað, at tað ber til at koma á flakum úr Suðuramerika í Kyrrahavsoyggjarnar.[1]
Ávísingar úteftir
rætta- Thor Heyerdahl, kon-tiki.no (norskt)
- Thor Heyerdahl, imdb.com (enskt)