Polynesia (úr grikskum πολύς “mong” og νῆσος “oyggjar”) er eitt landafrøðiligt øki í Kyrrahavinum. Heiti Polynesia var fyrst brúkt av franska rithøvundanum Charles de Brosses í 1756 og var eitt heiti fyri allar oyggjarnar í Osiania. Seinni hevur orðið verið nýtt um ta serstøku regiónina, ið hevur sama átrúnað, mál ella mentan. Oyggjarnar í Polynesia eru tann amerikanski lutstaturin Hawaii, Nýsæland, Páskaoyggin, Sámoa, Amerikanska Sámoa, Franska Polynesia, Cookoyggjar, Tokelau og nakrar minni oyggjar, sum til dømis Marquesasoyggjar, Tuvalu, Niue, Norfolkoy, Pitcairn, Wallis og Futuna, umframt amerikonsku Midwayoyggjarnar, Johnstonoy, Jarvisoy, Howlandoy og Bakeroy. Heiti verður nýtt um fleiri enn túsund oyggjar í Kyrrahavinum, ið hava somu tilsvarandi átrúnað, mentan, málfamilju ella samfelagsskipanir. Landafrøðiligt er Polynesia trínynt við trimum hornum: Hawaii, New Zealandi og Páskaoyggin.

Polynesia er merkt høgrumegin og hevur mark við Melanesia og Mikronesia, ið eisini eru landafrøðilig økir í Osiania.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið