Independent State of Papua New Guinea
Papua Niugini
Flagg Papua Nýguinea
(Flagg Papua Nýguinea)
Tjóðarslagorð: Unity in diversity
Tjóðsangur: O Arise, All You Sons
Alment mál Enskt, Tok Pisin, Hiri Motu
Høvuðsstaður Port Morresby
Kongur Charles III
Løgmaður James Marape
Fullveldi 16. september 1975
(frá Avstralia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
462,840 km²
2.0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2010
 - tættleiki
 
6 858 000
14,6/km²
Gjaldoyra Kina (PGK)
Tíðarøki UTC +10
Økisnavn á alnetinum .pg
Telefonkota +675

Papua Nýguinea ella Papua Ný Guinea (enskt; Independent State of Papua New Guinea, tok pisin; Papua Niugini) er størsta tjóð í Melanesia. Landið var avstralskt hjáland til 1975 og er eystrari partur í oynni Ný Guinea umframt 600 aðrar oyggjar skamt norður, suður og eystur úr Ný Guinea. Port Morresby er bæði høvuðsstaður og størsti býur. Papua Ný Guinea hevur bara mark við Indonesia. Miðallívsævin í landinum er 66 ár. Landið er limur í Bretska Samveldinum. Har er nógv gull og kopar.

Søga rætta

Portugisar og spaniamenn vóru í 16. øld at gera kanningarferðir til asiatisku- og kyrrahavsoyggjarnar, og hildu við tí í 17. øld. Í 1604 kom portugisin Pedro de Quiros til Vanuatu. Ein skipari hjá Quiros, Luis Vaez de Torres, sigldi í ein vestan fram við suðurstrondini á Ný Guinea í 1606 og kannaði sundið ímillum oynna og avstralska meginlandið. Sundið eitur enn Torressund. Nakað um somu tíð sigldi niðurlendingurin Willem Jansz inn í Carpentariahav og kortlegði strondina í Norður-Avstralia. Jansz helt hetta vera Ný Guinea.

Samfelagið rætta

Færri enn 6 milliónir fólk búgva í Papua Ný Guinea; flestu teirra búgva í smáum, fjarskotnum bygdum. Í eygum vesturlendinga eru mong fólk har fátæk. Flestu fólk í Papua Ný Guinea liva av landbúnaði. Papua Nýguinea við 5,8 milliónum fólkum og fleiri enn 700 tungumálum tók lysing frá Avstralia í 1975. Síðan hevur stór framgongd verið í landinum, men gamli siðvandi lívshátturin er enn vanligur. Nýtíðar fjølmiðlar, helst sjónvarp og útvarp, geva teimum ungu í Papua Nýguinea innlit í okkara heim, men ikki tøkni ella pening, sum er treyt fyri, at tey kunnu liva sum fólkið í framkomnu ídnaðarlondunum. Vaksandi ónøgd helvur elvt til stóran samfelagsligan spenning. Fyri stuttari tíð síðan vóru fjarskotnastu økini í Papua Nýguinea fullkomiliga avbyrd frá umheimurin. Nú er nýggja tíðin komin við ferð inn í tilveru teirra.

Ættarbólkar rætta

Av tí at so illa er framkomandi um høgu fjøllini og ígjøgnum tættu skógirnar, hevur altíð verið lítið samband ímillum mongu ættarbólkarnar, ið búgva her, til dømis sorimi. Hetta ger, at nú á døgum eru fleiri enn 1000 ættarbólkar í landinum, og fleiri enn 700 mál og bygdamál verða talað.

Búskapur rætta

Nógv tilfeingi er í landinum, helst steinsløg til dømis kopar og gull. Koparnámið í Panguna í oynni Bougainville er ímillum tey størstu í heiminum. Á oynni Bougainville, har stór koparnám eru, er meiriluti fyri at loysa frá hinum partinum av landinum. Viður úr stóru regnskógunum er eisini týdningarmikil útflutningur. Tað, sum ræður um her, er at vinna út tilfeingið og ikki skaða viðkvomu náttúruna. Meginparturin av jørðini hoyrir til bygdasamfeløgini, ikki til hvønn einstakan.

 
Kort yvir Papua Nýguinea.

Landafrøði rætta

Papua Ný Guinea er beint sunnan Miðkring, og tí er veðurlagið heitt og slavið. Høg fjøll eru eystur og vestur alla oynna; fjøllini eru avtakin við tøttum regnskógi langt niðan í líðirnar. Í hesum mest sum ógongdu skógum er satt meingi av dýrum og vøkstrum, og mong dýr og plantur eru ikki nakra aðrastaðni í heiminum. Við strendurnar eru stórar mangrovumýrar. Í landinum er stórur skógur og nógv fjøll, og tað er ótætt bygt.

Landslutir rætta

  1. Central
  2. Chimbu
  3. Eastern Highlands
  4. East New Britain
  5. East Sepik
  6. Enga
  7. Gulf
  8. Madang
  9. Manus
  10. Milne Bay
  1. Morobe
  2. New Ireland
  3. Northern
  4. Bougainville
  5. Southern Highlands
  6. Western Province
  7. Western Highlands
  8. West New Britain
  9. West Sepik
  10. National Capital District
 
Provinces of Papua New Guinea

Sí eisini rætta

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið