Norðaru Marianaoyggjar

Commonwealth of the Northern Mariana Islands
Sankattan Siha Na Islas Mariånas
Flagg Norðurmarianoyggjar
(Flagg Norðurmarianoyggjar)
Skjaldarmerki Norðurmarianoyggjar
(Skjaldarmerki Norðurmarianoyggjar)
Tjóðarslagorð: Einki
Tjóðsangur: "Gi Talo Gi Halom Tasi" (chamorro)
"Satil Matawal Pacifiko" (karolinskt)
Alment mál Enskt, Chamorro, Karolinskt
Høvuðsstaður Saipan
Forseti Joe Biden
Guvernørur Ralph Torres (R)
Fullveldi Einki1
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
477 km²
0 %
Íbúgvar
 - tilsamans 2014
 - tættleiki
 
51.483
116,1/km²
Gjaldoyra Amerikanskur dollari (USD)
Tíðarøki UTC +10
Økisnavn á alnetinum .mp
Telefonkota +1 670
1Norðurmarianoyggjar hava sjálvstýri, men eru undir amerikonskum yvirræði.

Samveldið Norðaru Marianaoyggjar (enskt: Commonwealth of the Northern Mariana Islands, chamorro: Sankattan Siha Na Islas Mariånas) er ein oyggjabólkur í Kyrrahavinum. Norðaru Marianaoyggjar er annar av teimum tveimum oyggjabólkunum, sum mynda Marianoyggjar í Mikronesia. Norðaru Marianaoyggjar eru ein oyggjabólkur við fimtan oyggjum av vulkanskum- og korall uppruna. Oyggjarnar eru tilsamans støddar sum Streymoy og Sandoy, ella eitt sindur meiri enn triðingin Føroyar. Capitol Hill er høvuðsstaðurin í oyggjunum og liggur á oynni Saipan, sum er tann størsta oyggin. Í Samveldið Norðaru Marianaoyggjar búgva umleið 51.483 fólk í 2014.[1] Almennu málini eru trý í tali: enskt, chamorro og karolinskt.

Triðingurin av útflutninginum er landbúnaðarvørur. Tað mesta, ið dyrkað verður, er sukurrør og ananas. Økið dregur ferðafólk úr øllum heiminum at sær. Hetta gevur nógvum fólki arbeiði. Ferðafólkavinnan er størsta inntøkan á nógvum oyggjum har. Stóra ferðavinnan gevur væl av sær, men skaðar eisini náttúruna. 8,0 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í landinum er 76.7. Undir 3 prosent av fólkinum eru ikki lesifør. BTÚ fyri hvønn íbúgva í landinum er 13.600 $ (81 400 DDK).[2] Meginparturin av fólkinum er katolikkar.

Sum tann fyrsti býurin í søguni varð Hiroshima í Japan raktur av fyrstu kjarnorkubumbuni nakrantíð, tá USA hin 6. august 1945, undir Seinna heimsbardaga, slepti einari kjarnorkubumbu yvir býin. Tað var bumbuflogfarið Enola Gay úr Norðurmarianoyggjum, ið kastaði kjarnorkubumbuna.

Landafrøði

rætta

Norðaru Marianaoyggjar liggja í oyggjabólkinum, sum verður nevndur Marianoyggjar, í Mikronesia. Oyggjabólkurin hevur fleiri befólkaðar og óbefólkaðar oyggjar; tær størstu av Norðaru Marianaoyggjunum eru Saipan (120 km2), Tinian (102 km2, inkl. Aguijan), Rota (85 km2), Pagan (48 km2), Anatahan (32 km2), og Agrihan (30 km2). Av teimum er oyggin Saipan størsti parturin og har tað búgva flest fólk. 90 prosent av fólkatalinum í 2014 búgva á Saipan. Tað er lýtt tropiskt veðurlag alt árið. Tað regnar av og á og skiftir ofta millum regn og brennandi sól. Heitt er veðurlagið, og ofta regnar, so væl fæst burtur úr jørðini. Á oyggjunum eru fleiri høg eldfjøll, men nú er bara eitt, sum ger um seg.

Politikkur

rætta

Norðaru Marianaoyggjar eru eitt sjálvstýrandi land í politiskum felagsskapi við USA og undir tess fullveldi. USA hevur fult ræði á málsøkjum viðvíkjandi uttanríkispolitikki og verju. Íbúgvarnir í Norðurmarianaoyggjum eru amerikanskir ríkisborgarar, og ávísar amerikanskar lógir og ásetingar í amerikansku stjórnarskipanini eru í gildi í oyggjunum. Meginásetingarnar í sáttmálanum, sum er stjórnarrættarliga støðið undir oyggjalandinum, kunnu bert broytast, um báðir partar samtykkja tað.

Myndasavn

rætta

Hygg eisini at

rætta

Keldur

rætta
  1. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/rankorder/2119rank.html. Heintað 2014-12-01. 
  2. "Archive copy". https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/cq.html. Heintað 2010-03-30. 


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið