Sjónvarp
Sjónvarp tøkniligt kervi til at varpa út livandi myndir og ljóð. Vit fáa hungursneyð, kríggj og vanlukku lúkst inn í stovu okkara, og vit fylgja t.d. við á rúmdarferðum, sum fór alt fram beint fyri eygunum á okkum. Sjónvarpssendingar eru ravmagnsaldur, sum verða sendar úr antennum. Sjónvarpstólið ger so aldurnar um til myndir og ljóð. Aldurnar kunnu eisini vera sendar um fylgisvein. Fylgisveinasjónvarp kann verða sent nógv meiri víða enn annars, men parabolantenna krevst at taka ímóti aldunum. Eisini ber til at senda um jarðkaðlar.
Á skíggjanum tykjast fólkini at flyta seg. Í veruleikanum síggja vit 25 myndir um sekundið, og tí fatar eygað ikki hvørja einstaka mynd. Elektróngeislar leita eftir skíggjanum innan og raka smáar blettir úr evnafrøðievnum. Tá ið geislin rakar blettirner, lýsa teir antin grønir, bláir ella reyðir, sum eru høvuðslitirnir. Burtur úr teimum verða so allir aðrir litir gjørdir, so myndin á skíggjanum verður, sum hon eigur.
Sjónvarp Føroya sendir um alt landið, og nógvir føroyingar síggja eisini sjónvarp um fylgisvein.