Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA (Union of European Football Associations) er ein paraplyfelagsskapur fyri evropeisk fótbóltssersambond. UEFA varð stovnað 15. juni 1954 í Basel, Sveis. Fótbóltssamband Føroya gjørdist limur í UEFA í 1990, eftir at Føroyar fyrst gjørdist limur í FIFA í 1988.

KappingarRætta

VerandiRætta

Felagsskapurin fyriskipar nú hesar fótbóltskappingar:

FyrrverandiRætta

Felagsskapurin hevur fyrr fyriskipað hesar fótbóltskappingarnar:

  • UEFA Intertoto Cup: Ein annarleiðis summerkapping for feløg, við trimum vinnarum, ið fáa atgongd til UEFA Cupp. Kom í staðin fyri International Football Cup, hvørs høvuðsendamál var at tryggja fótbóltsdystir á tipskupongina. Kappingin varð hildin fyri seinastu ferð í 2008.
  • UEFA Cup: Ein kapping fyri tey "næst-bestu" liðini í teimum í teimum ymisku londunum, umframt steypavinnararnir. Kappingin varð hildin fyri seinastu ferð í 2008-09-sesongini. Í staðin fyri kom UEFA Europa League.
  • UEFA Europa Cup fyri steypavinnarar: Ein evropeisk kapping fyri steypavinnarar. Kappingin varð hildin fyri seinastu ferð í 1998.

ForsetarRætta

Navn Tjóðskapur Tíðarskeið
1. Ebbe Schwartz   Danmark 1954–1962
2. Gustav Wiederkehr   Sveis 1962–1972
3. Artemio Franchi   Italia 1972–1983
4. Jacques Georges   Frakland 1983–1990
5. Lennart Johansson   Svøríki 1990–2007
6. Michel Platini   Frakland 2007–2016
7. Aleksander Čeferin   Slovenia 2016-

Týdningarmiklir persónarRætta

Heitið Land Navn
Forseti   Slovenia Aleksander Čeferin
Vara-forseti   Svøríki Karl-Erik Nilsson
Aðalskrivari   Grikkaland Theodore Theodoridis

Slóðir úteftirRætta

Sí miðlasavnið


KeldurRætta