Michel Platini (føddur 21. juni 1955 í Jœuf) er ein franskur fyrrverandi fótbóltsleikari og ítróttarleiðari.

Michel Platini, 2010

Í 1984 vann Michel Platini EM við franska landsliðnum. Sum eftirmaður hjá Lennart Johansson hevur Platini verið forseti í tí Evropeiska fótbóltssambandinum (UEFA) frá 2007 til 2016.

Hann vitjaði í Føroyum í 2005 og heilsaði millum annað uppá Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmann.[1] Í 2010 vitjaði hann aftur í Føroyum, tá sum forseti í UEFA. Hann hitti FSF og føroyskir myndugleikar, og so handaði hann ferðasteypið til Føroyameistararnar 2010.[2]

Platini er einasti fótbóltsleikari í heiminum, ið hevur vunnið Ballon d'Or virðislønina trý ár á rað.

Keldur rætta

  1. Tinganes.fo, Platini vitjaði í Tinganesi
  2. "jogvanarge.com, Platini í Føroyum". http://www.jogvanarge.com/stories.php?story=10/10/24/0106679. Heintað 2014-05-11. 


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið