Evropameistaraheitið í fótbólti (EM í fótbólti) er tann týdningarmesta fótbóltskappingin fyri landslið fyri limirnir í UEFA. Henda kapping um Evropameistaraheitið hevur verið fyriskipað regluliga fjórða hvørt ár síðan 1960. Til 1976 luttóku bara fýra lið í enda umfarðinum, frá 1980 luttóku átta lond og frá 1996 luttóku sekstan lond. Londini verða funnin við einari røð av kvalifikatiónsdystum. Vertslondini fyri meistaraheitini eru altíð kvalifiseraði uttan at kappast um tað. Onkuntíð er bara eitt vertsland, men av og á eru tað tvey grannalond, sum eru vertslond saman.

EM í fótbólti
Stovnað 1960
Región Europa (UEFA)
Tal av liðum 24 (finalur)
55 (eligible to enter qualification)
Núverandi meistarar  Spania (3. tittul)
Lið við besta avriki  Týskland
 Spania
(3 titlar hvør)
Heimasíða Almenn heimasíða
EM í fótbólti 2016

EM vinnarar rætta

Ár Vertur Vinnari
2020 fleiri lond Italia
2016 Frakland Portugal
2012 Pólland/Ukreina Spania
2008 Sveis/Eysturríki Spania
2004 Portugal Grikkaland
2000 Holland/Belgia Frakland
1996 Ongland Týskland
1992 Svøríki Danmark
1988 Týskland Holland
1984 Frakland Frakland
1980 Italia Týskland
1976 Jugoslavia Kekkoslovakia
1972 Belgia Týskland
1968 Italia Italia
1964 Spania Spania
1960 Frakland Sovjetsamveldið
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið