Hervør Pálsdóttir

Hervør Pálsdóttir (fødd 26. november 1995), føroyskur politikari, vald í løgtingið fyri Tjóðveldi í 2019. Hon varð afturvald á løgtingsvalinum í 2022. Flokkurin fór í samgongu, og tí gjørdist hon næstforkvinna í flokkinum, meðan Sirið Stenberg røkir landsstýrissessin. Hervør er forkvinna í rættarnevndini.[1][2]

Hon hevur verið limur í Unga tjóðveldinum og røkt sessin, sum forkvinna í felagnum. Somuleiðis hevur hon verið forkvinna í meginfelagsskapinum Sosialistiskum Ungdómi í Norðurlondum. Hon hevur eisini verið virkin í veðurlagsmálum og fosturtøkumálinum.

Hon búði síni fyrstu ár á Kambsdali og flutti tvey ára gomul til Havnar at búgva. Hon flutti til Gøtu eftir 10. flokk og gekk í studentaskúla á Kambsdali. Síðan flutti hon aftur til Havnar og las stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya.

Abbi hennara í móðurætt var Jóhan Hendrik Winther Poulsen, professari í norðurlendskum málum, og langabbin, Niels Winther Poulsen, var løgtings- og landsstýrismaður. Omma hennara Birna Patursson var abbadóttir Jóannes Patursson. Erlendur Patursson, sum var ein teirra, sum stovnaði tjóðveldisflokkin, var langabbabeiggi hennara.

Ávísingar úteftir

rætta

Keldutilfar

rætta
  1. Hervør Pálsdóttir, logting.fo
  2. Rættarnevndin, logting.fo