Finnbogi Arge (føddur 6. september 1955 í Tórshavn) er vinnulívsmaður og fyrrverandi politikari fyri Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.

Finnbogi Arge
er eitt
Dátuheiti

Finnbogi Arge hevur exam.art prógv í norðurlendskum/føroyskum máli og bókmentum frá 1977. Hann var stjóri í P/F Auto Service 1979-1993, stjóri í P/F Meinhardt Arge 1993-1998. Hann hevur sitið í nevndini í Atlantic Airways, Havsbrún og SB-Finans umframt egnum feløgum.

Hann sat sum løgtingslimur fyri Sambandsflokkin 1990-1995 og uttanflokkatingmaður 1995-1998, árini 1998-2002 sat hann sum tinglimur fyri Fólaflokkin, tó ikki tíðarskeiðið sum landsstýrismaður. Hann var landsstýrismaður í vinnumálum (tó ikki olju- og umhvørvismálum) 1998-2000.

KeldurRætta

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 257-258. (PDF)