Óli Jacobsen
Óli Emil Jacobsen (f. 21. august 1943 í Kalundborg) er ein føroyskur politikari og rithøvundur, fyrrverandi formaður fyri Føroya Fiskimannafelag.
Óli Jacobsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 21. aug 1943 í/á Kalundborg |
Starv | politikari, høvundur, fakfelagsleiðari, local historian |
Politiskur flokkur | Verkamannafylkingin, Javnaðarflokkurin |
Dátuheiti | |
ISNI | 0000000424931512 |
VIAF | 305935454 |
LCAuth | n2013074295 |
Lívsleið
rættaHann var formaður í Føroya Fiskimannafelag 1971-2007 og var hann harafturat løgtingslimur fyri Verkamannafylkingina tíðarskeiðið 1994-1998 skeiðini sum landsstýrismaður undantikin. Hann var landsstýrismaður í við ábyrgd fyri ídnaðar-, handils- og vinnumál, arbeiðaramál, landbúnaðarmál, tryggingarmál og dóms- og politimál september 1994- desember 1995. Seinni, frá mars 1998 til mai 1998 var hann landsstýrismaður við ábyrgd fyri almanna-, heilsu-, arbeiðar-, tryggingar-, dóms- og politimálum.
Hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag 1971-2007 og var formaður í fiskimannadeildini hjá Altjóða Flutningsfelagsskapinum 1980-(ókent fráfaringardato). Meðan hann var formaður í Føroya Fiskimannafelag skrivaði hann nógvar søguligar greinar í FF-blaðið. Seinni hevur hann skrivað í Sosialin, eitt nú um fólk sum liggja grivin í Gamla Kirkjugarði í Havn.
Útgávur
rættaÓli Jacobsen hevur útgivið fleiri bøkur. Bókin Havið tók teir varð mest selda bók hjá Rit og Rák eina ávísa viku í desember 2011, stóð at lesa á aktuelt.fo.[1]
- 2010 - Dollin Havnarmaðurin sum broytti heimssøguna
- 2010 - Dollin the Faroese who changed history in the Congo
- 2010 - Petur Alberg
- 2011 - Havið tók teir[2]
Keldur
rætta- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 295. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)