Mpumalanga er ein landslutur í Suðurafrika.

Flagg Skjøldur
Land: Suðurafrika
Mál: swazi, zulu, tsonga,
ndebele, pedi, sotho,
afrikaans og enskt.
Høvuðsstaður: Mbombela (Nelspruit)
Størsti býur: Mbombela (Nelspruit)
Vídd: 76 495 km²[1][2]
Íbúgvar (2021): 4,7 mió[1]
fyri km²: 53 /km²
Tíðarzona: UTC +2
Heimasíða: www.mpumalanga.gov.za
Kruger National Park

Landsluturin hevur mark við Limpopo í norðri, við Mosambik og Eswatini (fyrrverandi Svasiland) í eystri, við KwaZulu-Natal í suðri, við Free State í ein útsynning og við Gauteng í vestri.

Mbombela (Nelspruit) er høvuðsstaður og størsti býur í landslutinum. Aðrir býir eru eMalahleni (Witbank), Ermelo, Middelburg, Piet Retief og Secunda.

27,7 % av fólkunum tosa swazi, 24,1 % zulu, 10,4 % tsonga, 10,1 % ndebele, 9,3 % pedi, 7,2 % afrikaans, 3,5 % sotho, og 3,1 % enskt.

Landsluturin varð stovnaður í 1994. Eystari parturin av táverandi landslutinum Transvaal og heimlondini KwaNdebele, KaNgwane og sunnari parturin av Gazankulu vórðu samanløgd til nýggjan landslut Eastern Transvaal/Oost-Transvaal. Árið eftir fekk landsluturin navnið Mpumalanga.[1]

Ávísingar úteftir rætta

Coordinates: 26°0′0″S 30°0′0″E / 26.00000°S 30.00000°E / -26.00000; 30.00000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta

  1. 1.0 1.1 1.2 Mpumalanga, snl.no
  2. The nine provinces of South Africa, southafrica-info.com



 
Landslutir í Suðurafrika
 
Eastern Cape | Free State | Gauteng | KwaZulu-Natal | Limpopo | Mpumalanga | Northern Cape | North West | Western Cape