KwaZulu-Natal (zulu: iKwaZulu-Natali, xhosa: KwaZulu-Natala, afrikaans: KwaZoeloe-Natal) er ein landslutur í Suðurafrika.

Flagg Skjøldur
Land: Suðurafrika
Mál: zulu
enskt, xhosa
afrikaans.
Høvuðsstaður: Pietermaritzburg
Størsti býur: Durban/eThekwini
Vídd: 94 361 km²[1]
Íbúgvar (2021): 11 513 575
fyri km²: 122 /km²
Tíðarzona: UTC +2
Heimasíða: www.kznonlinegov.za
Tinghúsið hjá landslutinum í Pietermaritzburg

KwaZulu-Natal hevur mark í norðri við Mpumalanga, Eswatini (fyrrverandi Svasiland) og Mosambik, við Kyrrahav í eystri og í ein landsynning, við Eastern Cape í ein útsynning og mark við Lesotho og Free State í vestri.

Pietermaritzburg er høvuðsstaður í landslutinum og størsti býurin er Durban sum í 1999 gjørdist partur av stórbýarøkinum Ethekwini Metropolitan Municipality. Aðrir býir eru Newcastle, Ladysmith, Richards Bay, KwaDukuza (Stanger), Kokstad, Port Shepstone og Vryheid.

77,8 % av fólkunum tosa zulu, 13,2 % enskt 3,4% xhosa, og 1,6 % afrikaans.

Landsluturin varð stovnaður í 1994. Táverandi landsluturin Natal Province og heimlandið KwaZulu vórðu samanløgd til tann núverandi landslutin sum fekk navnið KwaZulu-Natal.[2]

Ávísingar úteftir rætta

Coordinates: 29°0′0″S 31°0′0″E / 29.00000°S 31.00000°E / -29.00000; 31.00000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldutilfar rætta



 
Landslutir í Suðurafrika
 
Eastern Cape | Free State | Gauteng | KwaZulu-Natal | Limpopo | Mpumalanga | Northern Cape | North West | Western Cape