Eastern Cape
Eastern Cape (xhosa: iMpuma-Koloni, afrikaans: Oos-Kaap) er ein landslutur í Suðurafrika.
Flagg | Skjøldur |
---|---|
Land: | Suðurafrika |
Mál: | xhosa, afrikaans enskt, sesotho. |
Høvuðsstaður: | Bhisho |
Størsti býur: | Port Elizabeth/Gqeberha |
Vídd: | 168 966 km²[1] |
Íbúgvar (2021): | 6 676 590 |
fyri km²: | 40/km² |
Tíðarzona: | UTC +2 |
Heimasíða: | www.ecprov.gov.za |
Eastern Cape hevur mark við Northern Cape í ein útnyrðing, mark í norðri við Free State og Lesotho, í ein landnyrðing við KwaZulu-Natal, í ein landsynning og í suðri við Kyrrahav og í vestri við Western Cape.
Bhisho er høvuðsstaður í landslutinum og størsti býurin er Port Elizabeth (í 2021 bleiv almenna heitið á býnum tó broytt til Gqeberha). Aðrir stórir býir eru East London og Mthatha.
78,8 % av fólkunum tosa xhosa, 10,6 % afrikaans, 5,6 % enskt og 2,5% sesotho.
Landsluturin varð stovnaður í 1994. Eystari parturin av táverandi landslutinum Cape Province og heimlondini Transkei og Ciskei vórðu samanløgd til tann núverandi landslutin sum fekk navnið Eastern Cape.[2]
Ávísingar úteftir
rætta- Almenna heimasíðan: www.ecprov.gov.za (á enskum)
- Eastern Cape, snl.no (á norskum)
- Eastern Cape, wikivoyage.org (á enskum)
Coordinates: 32°0′0″S 27°0′0″E / 32.00000°S 27.00000°E
Keldutilfar
rætta- ↑ The nine provinces of South Africa, southafrica-info.com
- ↑ Eastern Cape, snl.no