Lesoto
| |||
Tjóðarslagorð: Khotso, Pula, Nala | |||
Tjóðsangur: Lesotho Fatse La Bontata Rona | |||
Alment mál | Sesotho og enskt | ||
Høvuðsstaður | Maseru | ||
Kongur | Letsie III | ||
Forsætisráðharri | Moeketsi Majoro | ||
Fullveldi | 4. oktober 1966 (frá Bretlandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
30,355 km² 0,0 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2013 - tættleiki |
1,936,181 68.1/km² | ||
Gjaldoyra | Loti (LSL) | ||
Tíðarøki | UTC +2 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ls | ||
Telefonkota | +266
| ||
Kongsveldið Lesoto (enskt: Kingdom of Lesotho, sesotho Muso oa Lesotho) inni í Suðurafrika, er fjallaland, og tað er einasta land í Afrika, har alt lendið er hægri enn 1000 metrar oman sjóvar. 1. juli 2013 var fólkatalið 1,936,181 í Lesoto [1].
Søga
rættaPolitikkur
rættaRegiónir í Lesoto
rættaLandafrøði
rættaBúskapur
rættaHóast Lesotho er eitt av minstu londunum í heiminum, bert 30 000 ferkilometrar til støddar, eru trupulleikarnir í landinum ómetaliga stórir. Høvuðsorsøkirnar til vánaligu støðuna eru nógvu tilburðirnir av eyðkvæmi, føðslutrot og fátækradømi. Harafturat eru inntøkurnar hjá stjórnini minkaðar nógv seinastu árini orsakað av altjóða fíggjarkreppuni. Landið er millum tey minst mentu londini í heiminum og sambært Global Hunger Index er føðslustøðan í landinum álvarsom [2]. Heimsmatvørufelagsskapin WFP hevur arbeitt í landinum síðani 1965 og samstarvar við stjórnina í Lesoto um at veita skúlanæmingum tvær ókeypis máltíðir um dagin. Familjurnar eru illa fyri fíggjarliga, og børnini verða tí noydd at arbeiða ístaðin fyri at ganga í skúla. Stjórnin í Lesotho hevur sett sær sum aðalmál at minka um hungurin í landinum og hevur somuleiðis nýtt nógva orku seinastu árini at økja um atgongdina til útbúgving. Fíggjarliga støðan í landinum ger tað tórført hjá nógvum børnum at sleppa í skúla.
Týdningarmesta tilfeingið er vatn; síðst í 1990-árunum var byrja at byggja stóra vatnorkuverkætlan, ið enn er í gerð, við tí endamálið at gera Lesoto sjálvbjargið við ravmagni og selja Suðurafrika nógv vatn. Til hon er liðug er Lesoto búskaparliga bundið at ríka grannalandi sínum. Væl ber til at halda geitir í hálendinum í Lesoto. Mest hava teir angorageitir, tí at angoraull er nógv eftirspurd, bæði til klæði og annan vevnað.
Fólkið
rættaMentan
rættaKeldur
rætta- ↑ "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2007-06-12. https://web.archive.org/web/20070612204352/https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/lt.html. Heintað 2013-06-29.
- ↑ http://www.fao.org/docrep/014/am588e/am588e00.pdf