New Hampshire

Staturin New Hampshire (enskt: State of New Hampshire) er stakríki í Nýonglandi, í landnyrðingshorninum av Sambandsríkinum Amerika. New Hampshire er tað fjórðstørsta stakríkið í Nýonglandi, næst eftir Maine, Massachusetts og Vermont. Her í New Hampshire búgva umleið 1,3 mió. fólk. Høvuðsstaðurin eitur Concord og størsti býurin er Manchester.

New Hampshire
New hampshire in autumn.jpg
Flagg Skjøldur
Flag of New Hampshire.svg Seal of New Hampshire.svg
Map of USA NH.svg
Land: USA USA
Alment mál: Enskt
Høvuðsstaður: Concord
Størsti býur: Manchester
Innlimað: 21. juni 1788
Guvernørur: Chris Sununu (R)
Vídd: 24,217 km²
Íbúgvar (2014): 1,326,813
fyri km²: 56,8/km²
Tíðarzona: UTC -5/-4
Heimasíða: www.nh.gov

Í norðri hevur New Hampshire mark við Kanada (Quebec), í eystri við Maine, í suðri við Massachusetts, og í vestri við Vermont. Í eystri liggur Atlantshavið. Eyknavni er Granittstaturin (enskt: The Granite State). Stórur partur av landi er hagi og skógur. Størsti parturin av statinum er skógur – góð 89 prosent.[1] Norðan fyri bygdina Jackson røkkur Mount Washington upp í 1917 m hædd, tað hægsta fjallið í Nýonglandi (og í New Hampshire). Stakríkið hevur 29 kilometrar við strond í Rockingham County.

PolitikkurEdit

New Hampshire er ein týdningarmikil statur hjá teimum, sum vilja gerast forsetavalevni hjá einum flokki í USA; New Hampshire er annar staturin við undanvali. Tað er á undanvalunum, at stóru flokkarnir, demokratarnir og republikanararnir (GOP), finna fram til hvør gerst forsetavalevni. Stendur eitt valevni seg væl í New Hampshire, kann tað styrkja hann ella hana í hinum statunum. New Hampshire er eitt av mest konservativu statum í Nýonglandi. Í New Hampshire er m.a. deyðadómur. Í 1734 til 1939 eru í minsta lagi 24 fólk dømd til deyða. Ongin hevur verið tikin av døgum tey seinastu 76 árini, hóast revsilógin hevur loyvt deyðarevsing. Heinging er eisini ongantíð strikað í New Hampshire-lóggávu, og dómararnir hava framhaldandi møguleika at døma deyðarevsing.[2]

Samkynt hjúnabandEdit

1. januar 2010 samtykti stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at samkynd nú hava rætt til at giftast í statinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum mann og kvinnu, mann og mann og kvinnu og kvinnu [3]. Í New Hampshire hava samkynd eisini fingið loyvi til at adoptera. Sostatt er lógin samtykt, og samkynd kunnu nú ættleiða í New Hampshire, á jøvnum føti við hetroseksuell.

MyndirEdit

Sí eisiniEdit

Slóðir úteftirEdit

Sí miðlasavnið


KeldaEdit

  1. http://www.nrs.fs.fed.us/news/release/us-tree-cover
  2. http://www.gencourt.state.nh.us/rsa/html/lxii/630/630-5.htm
  3. http://www.gencourt.state.nh.us/legislation/2009/HB0436.html


Høvuðsstaðarøki
District of Columbia
Amerikanskir statir
Alabama · Alaska · Arizona · Arkansas · Colorado · Connecticut · Delaware · Florida · Georgia · Hawaii · Idaho · Illinois · Indiana · Iowa · Kalifornia · Kansas · Kentucky · Louisiana · Maine · Maryland · Massachusetts · Michigan · Minnesota · Mississippi · Missouri · Montana · Nebraska · Nevada · New Hampshire · New Jersey · New Mexico · New York · Norðurcarolina · Norðurdakota · Ohio · Oklahoma · Oregon · Pennsylvania · Rhode Island · Suðurcarolina · Suðurdakota · Tennessee · Texas · Utah · Vermont · Vesturvirginia · Virginia · Washington · Wisconsin · Wyoming
Amerikonsk hjálond
Amerikanska Sámoa · Bakeroyggj · Guam · Howlandsoyggj · Jarvisoyggj · Johnston Koralloyggj · Jómfrúoyggjar ·
Kingman Koralloyggj · Midwayoyggjar · Navassaoyggj · Norðaru Marianaoyggjar · Palmyra Koralloyggj · Puerto Riko · Wakeoyggj