Ontariovatn (enskt: Lake Ontario) er eitt stórt vatn í eystara parti av Norðuramerika. Vatnið er tann eystasta og tann minsta av Stóruvøtnum (Great Lakes). Ontariovatn fekk navnið frá irokesiska heitinum ontarí'io, sum merkir skínandi vatn. Kanadiski landsluturin Ontario er uppkallaður eftir vatninum.

Stóruvøtn úr erva: Erievatn til vinstru, Ontariovatn til høgru.

Landafrøði

rætta
 
Stóruvøtn: Ontariovatn, eystast í kortinum, er myrkablátt.

Vatnið liggur á markinum ímillum Kanada (Ontario) og USA (New York). Vatnið er 19.348 ferkilometrar til víddar (311 km til longdar og 85 km til breiddar). Dýpið av vatninum er í miðal um 86 metrar, og har tað er djúpast, 244 metrar.[1]

Útsynningsmegin rennur Niagaraá út í Ontariovatnið, beint við Niagara-on-the-Lake, á markinum millum USA og Kanada og nærindis St. Catharines. Frárenslið er St. Lawrenceá í landnyrðingsendanum á vatni, nærindis Kingston.

Ontariovatn er 74,1 metrar oman sjóvar og tískil sigla farmaskip úr Ontariovatni oman at strondini ígjøgnum eina stóra slúsaskipan í St. Lawrenceánni (Saint Lawrence Seaway). Til samanbering er havnin í Montreal uml. 9,1 metrar oman sjóvar.

Býir fram við vatninum

rætta
 
Ontariovatn, í baksýni hómast Toronto.

Týdningarmesti býurin við Ontariovatn er Toronto, ið liggur fram við norðara bakkanum í Ontario. Umframt at vera størsti kanadiski býurin, er Toronto eisini fremsti ídnaðarbýur, størsti fíggjardepil og tann býur, sum veksur skjótast í Kanada.

Aðrir stórir býur fram við vatninum eru:

Hygg eisini at

rætta

Ávísingar úteftir

rætta

Coordinates: 43°42′00″N 77°54′00″W / 43.70000°N 77.90000°W / 43.70000; -77.90000

 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið


Keldur

rætta
  1. Lake Ontario, lakepedia.com
  Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana