Arlington
Arlington er eitt fylki (county) í amerikanska stakríkinum Virginia. Í fylkinum búgva umleið 236 túsund fólk. Tað liggur beint yvir av Potomacánni úr Washington DC. Landøkið var upprunaliga partur av DC, men varð Virginia afturgivið í 1847. Arlington fylki er við einum landøki á 67,3 ferkilometrar hitt minsta fylkið í øllum USA landafrøðiliga.
Arlington County, Virginia | |
---|---|
Flagg | Kort |
Grunddáta | |
Land: | USA |
Lutstatur: | Virginia |
Vídd: | 67,3 km² |
Íbúgvar (2019): | 236 842 |
fyri km²: | /km² |
Heimasíða: | arlingtonva.us |
Í fylkinum liggur millum annað Pentagon og Arlingtons Tjóðargravlund. Arlington kirkjugarðurin er ein hermannakirkjugarður, har allir hermenn eru grivnir síðan Amerikanska Borgarakríggið í 1861-1865. Seinasta kríggið er tað í Afghanistan og Irak, og tey falnu í hesum krígnum liggja í einari serligari deild, har teirra kæru koma at minnast tey falnu og fyri at hitta onnur, sum hava fingið somu lagnu.
Myndir
rætta-
Arlington County Courthouse
-
Arlington-kirkjugarður.
-
Iwo Jima Monumentið.
Ávísingar úteftir
rætta- Heimasíða: arlingtonva.us
- Arlington (Virginia), wikivoyage.org (á enskum)