Abraham Lincoln (f. 12. februar 1809 - d. 15. apríl 1865), løgfrøðingur, føddur í Kentucky í USA, var ágrýtin forseti. 15. apríl 1865 varð hann myrdur. Ein sjónleikari, ið helt við suðurríkjunum, skeyt hann. Lincoln er ein hin mætasti forseti í USA. Lincoln var kendur sum forseti, tí hann var forseti, tá borgarakríggið var, og tað var eisini hann, sum tók stig til at fáa enda á trælahaldinum í USA.

Abraham Lincoln
Abraham Lincoln (1809-1865)
Føddur 12. februar 1809
Kentucky Hardin County, Kentucky
USA USA
Doyði 15. apríl 1865
Washington, D.C. District of Columbia
USA USA
Útbúgving Løgfrøði
Yrki Politikar (R)
Trúgv Kristin
Ein skáli varð bygdur í Washington DC honum til minnis

Sum hin 16. forsetin í USA kom Lincoln at taka avgerðir, ið fingu sera stórar avleiðingar fyri amerikanska fólkið. Hann verður roknaður sum størsti og besti forseti, ið USA nakrantíð hevur havt. Avgerðirnar, ið hann tók, komu eisini at kosta honum lívið. Hann doyði av skotsári tann 15. apríl 1865 bert 56 ára gamal. Allur heimurin syrgdi deyða hansara. Lincoln var m.a. beinleiðis orsøkin til, at trælahaldið fekk mønustingin, og at Sambandsríki Amerika sum samveldi yvirlivdi.

Lívssøga

rætta

Lincoln var føddur í Hardin County, Kentucky. Tann lítla stokkastovan, har hann var føddur, hevði bert eitt vindeyga og eina hurð. Hesin hávaksni drongurin fekk ikki stórvegis skúlagongd, men noyddist í staðin at hjálpa til í øllum fyrifallandi arbeiði. Húskið flutti ofta, og altíð vestureftir. Øll barnaárini livdi hann sostatt á tí vandamikla markinum til niðursetulandið. Sum ungur hevði hann roynt hvørt av sínum. Hann hevði t.d. verið prámdragari á Mississippiánni og viðahøggari í teimum stóru skógunum í Kentucky. Eina tíð var hann krambakallur. Hann var sera arbeiðssamur maður og hevði ein jarnvilja, so tað eydnaðist honum at gerast løgfrøðingur, og haðani var gøtan ikki so torgingin at gerast politikari.

Trælahald

rætta

Í nógv ár sótu Demokratarnir við valdinum í USA, og tí hevði forsetin altíð verið ein suðurstatsmaður. Men í 1860 vendi, tí tá vunnu Republikanararnir forsetavalið, og Lincoln gjørdist forseti og flutti inn í Hvítu Húsini í Washington DC. Lincoln er síðan vorðin hin best umtókti av øllum amerikonsku forsetunum. Hann var kendur sum íðin mótstøðumaður av trælahaldi, og tá iv hann var valdur til forseta í 1860, varð tað suðurstatsfólkunum greitt, hvat tey høvdu í væntu. Ellivu av Suðurstatunum gjørdu ikki vandari enn so, at teir søgdu limaskap sín í samveldinum upp við tí í hyggju at skipa eitt egið samveldi. Frá tí fyrsta hevði Lincoln ta áskoðan, at hetta fór at gerast ein vanlukka fyri bæði Suður- og Norðurstatirnar, um Amerika fór í tvíningar. Tí noktaði hann at góðkenna uppsagnirnar, og var hetta neistin, sum fekk Amerikanska Borgarakríggið at byrja. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Hann hevði rokkið sínum máli, hann hevði megnað at hildið Amerika saman, og hann hevði vinnið afroamerikanarunum frælsi. Sigursgleðin vardi tó stutt hjá honum.

Gettysburg-røðan

rætta
 
Lincoln verður mettur sum ein av teimum størstu og mest týðandi forsetum í søgu USA

Í 2013 eru liðin 150 ár síðani táverandi amerikanski forsetin Lincoln flutti fram ta sonevndu Gettysburg-røðuna, sum í dag er ein tann kendasta røðan í heimssøguni. Hetta var í sambandi við, at ein kirkjugarður til falnar hermenn varð vígdur í Gettysburg í Pennsylvania tann 19. november í 1863, mitt undir amerikanska borgarakrígnum. Hetta var hálvan fimta mánað eftir bardagan við Gettysburg, ið verður roknaður sum vendin í borgarakrígnum. Í røðuni, sum vardi bert tveir minuttir, talaði Lincoln um javnrættindi millum menniskju, og røðan gjørdi, at amerikanska borgarakríggið fór frá at snúgva seg um at halda saman upp á amerikanska sambandsríkið til eisini at snúgva seg um frælsi og javnrættindi fyri allar borgarar í USA. Tað er ikki full semja um, júst hvat Lincoln segði í røðuni. Tað eru fimm ymisk handrit til av røðuni – tvey, sum vórðu skrivað áðrenn røðan varð hildin, og trý sum vórðu skrivað aftaná – og tey eru ikki eins, umframt at fult samsvar heldur ikki er millum endurgevingarnar, sum tíðindabløðini høvdu av røðuni.

Deyði hansara

rætta
 
Fáar dagar eftir, at borgarakríggið var av, varð Lincoln myrdur í einum sjókleikarhúsi í Washington DC.

Fáar dagar efitir borgarakríggið var endað, var Lincoln farin í sjónleikarhúsið í Washington DC saman við húski sínum. Í einum støðgi í leikinum trokaði ein maður seg inn, og bert trý fet frá skeyt hann Lincoln gjøgnum høvdið. Tann 14. apríl í 1865 verður Abraham Lincoln forseti í USA, myrdur. Maðurin leyp síðani niður á leikpallin og hvarv. Seinni kom fram, at brotsmaðurin var ein sinnissjúkur sjónleikari úr Suðurstatunum - John Wilkes Booth. Drápsdagin hevði Lincoln hildið eina røðu, har hann hevði sagt, at nú mátti virkast fyri semju millum suður og norður.

Myndarøð

rætta

Sí eisini

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið