Louis Armstrong (4. august 19016. juli 1971) var ein amerikanskur jazztónleikari, trompetistur og sangari.

Louis Armstrong
Armstrong avmyndaður í 1953.
Bakgrundskunning
Fødd/ur 4. august 1901
New Orleans, Louisiana, USA
Andaðist 6. juli 1971 (69 ára gamal)
Corona, Queens, New York City, USA
Sjangrur Dixieland, jazz, swing, traditional pop, scat
Størv Tónleikari
Ljóðføri Trompet, kornett, songur
Ár virkin c. 1914–1971
Luttøka við øðrum Joe "King" Oliver, Ella Fitzgerald, Kid Ory, Jack Teagarden

Armstrong – ella Satchmo, sum hann eisini er kendur sum - ein møguliga tann kendasti av øllum jazztónleikarum, og sjálvt um djassur longu í 1940'num tók ein vend burtur frá stílinum hjá Armstrong, so hevur hann til allar tíðir verið høgt í metum millum tónleikarar.

Upptøkur hansara frá 1920'erne høvdu stóra ávirkan á menningina av djassinum og verður enn í dag sæddar sum nakað av tí besta djassinum, ið nakrantíð er innspælt. Hansara duettir við Ellu Fitzgerald eru klassikarar, og í 1968, tá trupulleikar við heilsuni nærum hevði støðga hansara lívsleið sum djasstónleikari, fekk hann stóra sukse við sanginum "What a Wonderful World". Hesin sangurin kann neyvan kallast jazzur, men er sera eyðkendur Armstrong-sangur við hansara positiva og optimistiska lyndi.

Lívssøga

rætta

Louis meinti sjálvur, at føðingardagur hansara var 4. juli 1900. Ikki fyrr enn 12 ár eftir deyða hansara, møtti rithøvundurin Gary Giddins (sum eitt nú hevur skrivað bøkur um Bing Crosby og Charlie Parker) í síni leitan eftir rótum Armstrongs, ein prest í einari grannasókn, sum vísti honum, at tað í tí lokalu kirkjubókini var nevndur ein Louis Armstrong, sum var føddur 4. august 1901. Tað vísti seg, at lítli Louis var skrásettur í sóknarkirkjuni hjá arbeiðsgevaranum hjá mammu hansara. Hesin upplýsingur kom við í bók Giddins, sum hevur heitið "Satchmo – the Genius of Louis Armstrong" og kom út í 1988. Dagurin 4. august 1901 hevur líka síðan verið góðtikin av Armstrong-granskarum, sum føðingardagurin hjá Louis Armstrong.

Sangir

rætta

Niðanfyri síggjast nakrir av kendastu sangunum, ið Armstrong framførdi:

  • Ain't Misbehavin'
  • Alexander's Ragtime Band
  • April in Paris
  • Autumn in New York
  • Back Home Again in Indiana
  • Basin Street Blues
  • Big Butter and Egg Man
  • Blue Moon
  • Blueberry Hill
  • C'est si bon
  • Cool Yule
  • Do You Know What It Means to Miss New Orleans?
  • Dream a Little Dream of Me
  • East of the Sun (and West of the Moon)
  • El Choclo
  • Georgia on My Mind
  • Gone Fishin'
  • The Gypsy in My Soul
  • Heebie Jeebies
  • Hello, Dolly!
  • Hey Lawdy Mama
  • I Wonder
  • It's Been a Long, Long Time
  • Jeepers Creepers
  • A Kiss to Build a Dream On
  • (Up A) Lazy River
  • Let's Call the Whole Thing Off
  • Let's Do It, Let's Fall in Love
  • Mack the Knife
  • Moon River
  • Moonlight in Vermont
  • Muggles
  • Muskrat Ramble
  • Nobody Knows the Trouble I've Seen
  • Now You Has Jazz
  • On a Little Bamboo Bridge
  • On the Sunny Side of the Street
  • Pennies from Heaven
  • Potato Head Blues
  • Red Sails in the Sunset
  • Rockin' Chair
  • Shine
  • Skokiaan
  • Sometimes I Feel Like a Motherless Child
  • St. James Infirmary Blues
  • St. Louis Blues
  • Standing on the Corner (Blue Yodel No. 9)
  • Stardust
  • Stars Fell on Alabama
  • Summertime
  • Takes Two to Tango
  • That Lucky Old Sun
  • That's My Desire
  • There Must Be Somebody Else
  • Uncle Satchmo's Lullaby
  • La Vie en rose
  • Walkin' My Baby Back Home
  • We Have All the Time in the World
  • West End Blues
  • What a Wonderful World
  • When the Saints Go Marching In
  • When You're Smiling
  • Winter Wonderland
  • Zip-a-Dee-Doo-Dah

Keldur

rætta


 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið