Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir (1937 filmur)
Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir er ein amerikanskur teknifilmur frá 1937, sum er grundaður á týska ævintýrið Snjóhvíta hjá Brøðrunum Grimm. Hann er fyrsti animeraði langfilmur gjørdur í Amerika, og fyrsti filmur framleiddur av Walt Disney Productions.
Snow White and the Seven Dwarfs | |
---|---|
Leikstjórnað |
David Hand (supervising) William Cottrell Wilfred Jackson Larry Morey Perce Pearce Ben Sharpsteen |
Framleitt | Walt Disney |
Skrivað |
Ted Sears Richard Creedon Otto Englander Dick Rickard Earl Hurd Merrill De Maris Dorothy Ann Blank Webb Smith |
Við støði í |
Snow White eftir The Brothers Grimm |
Tey leikandi |
Adriana Caselotti Lucille La Verne Harry Stockwell Roy Atwell Pinto Colvig Otis Harlan Scotty Mattraw Billy Gilbert Eddie Collins Moroni Olsen Stuart Buchanan |
Tónleikur |
Frank Churchill Paul Smith Leigh Harline |
Framleiðslu fyritøka | |
Filmsútleigari | RKO Radio Pictures |
Útgávudagar |
|
Filmslongd | 83 minuttir |
Land | USA |
Mál | Enskt |
Búskett | $1 488 423[1] |
Atgongum.søla | $416 milliónir |
Filmurin varð frumsýndur tann 21. desember 1937 á Carthey Circle Theatre og var síðani givin út um allan heim av RKO Radio Pictures 4. februar 1938.
Søgugongd
rættaÍ forleikinum verður greitt frá, at Snjóhvíta er ein prinsessa sum býr saman við sínari óndu og fáfongdu stjúkmóðir. Pápi Snjóhvítu er deyður, og stjúkmóðurin hevur tikið yvir ríkið. Stjúkmóðurin óttast vakurleikan hjá Snjóhvítu og spyr tí hvønn dag sín gandaspegil: "Hvør er vakrast av øllum?" Í mong ár svarar gandaspegilin, at stjúkmóðurin er vakrast av øllum.
Men so ein dagin svarar gandaspegilin, at vakrast av øllum er nú Snjóhvíta. Drotningin verður øvundsjúk og gevur einum veiðimanni boð um at fara út í skógin við Snjóhvítu fyri at drepa hana. Sum prógv skal veiðimaðurin hava við sær aftur hjartað úr Snjóhvítu. Veiðimaðurin hittir Snjóhvítu, men klárar ikki at drepa hana. Ístaðin biður hann hana flýggja út í skógin fyri ongantíð at venda aftur. Heim aftur við sær tekur hann eitt svínahjarta.
Bangin og vilst hittir Snjóhvíta nøkur skógardýr, sum leiða hana til eina smáttu langt inni í skóginum. Hon tekur sær av óruddiligu smáttuni, av tí at hon heldur, at nøkur foreldraleys børn munnu búgva har. Hon finnur seinni útav, at sjey dvørgar, sum arbeiða í einum nærliggjandi námi, búgva í smáttuni. Tá dvørgarnir koma heim frá arbeiði, verða teir bangnir, tí teir síggja, at onkur hevur verið í smáttuni. Teir finna Snjóhvítu sovandi tvørtur um 3 lítlar sengur. Snjóhvíta vaknar og greiður frá, hvør hon er, og dvørgarnir bjóða henni vælkomnan í heim teirra. Snjóhvíta verður búgvandi og heldur hús, meðan dvørgarnir arbeiða, syngja, spæla tónleik og dansa í náminum um náttina.
Av tí at gandaspegilin framvegis sigur, at Snjóhvíta er vakrast av øllum, veit drotningin at hon ikki er deyð. Við gandi umskapar drotningin seg sjálva til eina gamla gívur og eitrar eitt súrepli við ”sovandi deyða”. Um Snjóhvíta bítur av súreplinum, vil hon sovna so djúpt, at bert kærleikans fyrsti kossur kann vakja hana. Drotningin ætlar, at dvørgarnir síðani skulu halda, at hon er deyð og tí jarða hana livandi.
Drotningin ferð til smáttuna, meðan dvørgarnir eru úti. Har lokkar hon Snjóhvítu at bíta av súreplinum. Tá Snjóhvíta bítur av súreplinum, rópar drotningin ”Nú eri eg tann vakrasta í landinum!” Skógardýrini hava júst ávarað dvørgarnar um drotningina, og teir jagstra drotningina upp á ein klett. Hon roynir at rulla steinar á teir, men toran slær niður í klettin, og drotningin doyr.
Dvørgarnir venda aftur til smáttuna og halda seg finna Snjóhvítu deyða. Teir taka avgerð um ikki at jarða hana soleiðis at teir ikki síggja hana, men ístaðin leggja hana í eina glaskistu á einum berum plássi í skóginum. Eina tíð seinni kemur ein prinsur framvið kistuni. Hann hevur fyrr møtt Snjóhvítu og var vorðin forelskaður í henni. Hugtikin av vakurleika hennara kyssir hann hana, og Snjóhvíta vaknar. Dvørgarnir og øll dýrini eru ovurfegin. Prinsurin tekur Snjóhvítu við heim til sína borg.
Keldur
rætta- ↑ Barrier 1999, p. 229.