Tindhólmur
Tindhólmur er ein hólmur í Vágum. Kemur ella fer ein við flogfari umvegis Vága Floghavn, er tað ofta, at ein flýgur fram við Tindhólmi. Tindhólmur er størsti hólmur í Føroyum, og er hann 65 hektar til støddar[1]. Hólmurin er tvær merkur og hevur nógvan fugl. Í hólminum er ofta grind deyð, men seinastu ferð um leið 1970.
Tann sermerkti hólmurin, sum sæst úr bygdini Bø, hevur fingið navn eftir sínum høgu tindum. Tindarnir eru fimm í tali, og eita teir Ytstitindur, Arnatindur, Lítlitindur, Breiðitindur og Boygditindur. Í skúlanum hevur verið vanligt, at børnini lærdu tindarnar við hesi ramsuni Ytsti, Arni, Lítli, Breiði, Bogni, og er ramsan eisini nýtt sum niðurlag í einum populerum sangi.
Søgnin um ørnina í Tindhólmi
rættaHóast eingin býr har, hevur tað ikki altíð verið so. Søgn er, at hann skal hava verið bygdur í gomlum døgum. Søgan sigur, at ein familja (maður, kona og barn) búði har einaferð, men meðan maðurin var og fiskaði, kom ein ørn og tók smábarnið, og fleyg tað upp á ein av tindunum. Og hóast mamman megnaði at fara eftir barninum, var ov seint. Eftir hetta flutti familjan av oynni, og síðan tá hevur eingin búsett seg har.
Sí eisini
rætta
Kelda
rætta- ↑ "US.fo, Umhvørvisstovan, "Størstu hólmar".". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2011-07-20. https://web.archive.org/web/20110720203719/http://www.us.fo/Default.aspx?ID=6565. Heintað 2012-08-12.
Keldur til søgnina um ørnina í Tindhólmi
rætta- Weihe, A.: Tjóðminni (1938), s. 14
- Tømmeraas, Per J.: Ørnen (1997), s. 120-121
- Kletti, Pól á: Ørnin - ein barnarænari. Grein í Dimmalætting (íleggið Skái) 26. januar 2002