Fílabeinsstrondin
| |||
Tjóðarslagorð: "Union, Discipline, Travail" | |||
Tjóðsangur: "L'Abidjanaise" | |||
Alment mál | Franskt | ||
Høvuðsstaður | Yamoussoukro | ||
Forseti | Alassane Ouattara | ||
Forsætisráðharri | Robert Beugré Mambé | ||
Fullveldi | 7. august 1960 (frá Fraklandi) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
322,463 km² 1.4 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2009 - tættleiki |
20,617,068 63.9/km² | ||
Gjaldoyra | CFA Frankur (XOF) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .ci | ||
Telefonkota | +225
| ||
Tjóðveldið Fílabeinsstrondin (alment franskt heiti: République de Côte-d'Ivoire) er eitt land í Vesturafrika. Í norðri hevur Fílabeinsstrondin mark við Mali og Burkina Faso, í eystri við Gana, og í vestri við Liberia og Guinea. Almenna málið er franskt.
Politikkur
rættaMannarættindabrot
rættaBæði deildir, sum stuðla fyrrverandi forsetanum á Fílabeinstrondini Laurent Koudou Gbagbo og núverandi forsetanum Alassane Ado Dramane Ouattara, framdu kríggsbrotsverk og brot á mannaættina, í blóðuga stríðnum, sum tók seg upp aftaná valið í desember 2010 [1]. Alassane forseti hevur higartil ikki fordømt hesum ræðugerðum. Hetta kann tulkast, sum tekin um, at hansara trygdardeildir og aðrir vápnaðir bólkar, hava fingið grønt ljós til at halda fram við bardøgunum. Heitt verður á Alassane, um alment at fordøma bardøgunum og at steðga øllum álopum á sivila fólkið alt fyri eitt. Mannarættindabrot verða framhaldandi framd mótvegis veruligum ella ímyndaðum stuðlum hjá fyrrverandi forsetanum Gbagbo. Mannarættindabrotini verða bæði framd í Abijan og í vestara partinum av landinum. Eitt kanningarlið hjá Amensty International hevur verið á Fílabeinstrondini, í gott tveir mánaðir, og samlað meira enn 100 frágreiðingar frá vitnum og fólki, sum hava yvirlivað massakrina, sum fór fram tann 29. mars 2011 í Duékoué, sum liggur umleið 500 km. vestan fyri Abidjan, og granna bygdinum. Allar frágreiðingarnar frá vitnum bera boð um, at drápini eru systematisk útvald og framd av hermonnum í FRCI (Forces Républicaines de Côte d'Ivoire), sum varð stovnað av núverandi forsteta Alassane tann 8. mars í 2011 [2]. FRCI herdeildin hevur dripið hundraðtals menn í øllum aldrum, vegna teirra politisku sannføring og etniska samleika.
Áðrenn menninir vóru dripnir, vóru teir bidnir um at upplýsa navn teirra og vísa samleikaprógv. Nøkur av samleikapróvnum vóru funnin undir liðini av líkunum. Frá 6. til 8. mai í 2011 vóru fleiri bygdir niðurbrendar og fleiri fólk dripin. FRCI rættvístgjørdi hesar gerðir við at siga, at teir leitaðu eftir vápnum. Síðan desember 2010 hava deildir, sum hava stuðla Gbagbo eisini hava framt kríggjsbrotsverk og brot móti mannaættini, harmillum morð, píning og neyðtøkur. Síðst í februar mánaði fóru deildir, sum stuðla Gbagbo, inn í eitt tætt bygt grannalag í Abijan, har fólk, sum stuðla Alassane hildu til, og drupu fleiri fólk. Stríðið, sum hevur valdað seinastu seks mánaðarnar hevur ført til, at túsundtals fólk eru flýdd og eru tramautiseraði.
Búskapur
rættaFílabeinsstrondin sigst vera eitt tað tryggasta landið í Afrika, bæði politiskt og búskaparliga. Ein av atvoldunum er, at landið hevði sama forseta, Félix Houphouët-Boigny (f. 18. oktober 1905 – d. 7. desember 1993), í 33 ár, 1960 til 1993. Hann legði dent á, at landið skuldi flyta út ymiskar vørur, tí at tað er ein av fortreytunum fyri sterkum búskapi. Týdningarmestu landbúnaðarvørurnar eru kaffi og kakao. Bøndurnir dyrka eisini bummull, frukt og tubbak og hava eisini skógarvinnu.
Borið saman við flestu lond í Afrika er Fílabeinsstrondin rættiliga ríkt land. Ein ein av orsøkunum er, at myndugleikarnir hava lagt seg eftir, at bøndurnir dyrka ymiska grøði. Einki land í heiminum dyrkar so nógv kakao sum Fílabeinsstrondin - summi ár kemur 1/3 av øllum kakao haðan - men kapping úr Landsynningsásia kann fara at broyta hetta. Einki annað land í Afrika dyrkar so nógv kaffi, og teir dyrka eisini ananas og bananir.
Fyrr vóru stórir skógir á Fílabeinsstrondini. Har vaks nógvur dýrur viður, sum til dømis íbinholt og mahogni. Nú er næstan eingin skógur eftir. Í mong ár var skógarvinna álitið í búskapinum, og nógvur viðarútflutningur var hildin at vera ein av útvegunum at vinna á uttanlandsskuldini. Stórir skógir vórðu høgdir niður og lendið lagt inn til kaffi- og kakaolundir. Nú verður roynt at bjarga tí skógi, sum eftir er, og farið er eisini at gróðurseta trø.
Fólkið
rættaFleiri enn 60 fólkasløg eru á Fílabeinsstrondini, og samanumtikið liva tey friðarlaga saman. Eitt av hesum fólkum er danfólkið, djúpt inni í skógunum fyri vestan. Tey eru gitin fyri at duga væl at skera í træ og gera m.a. træskortar, sum limirnir í serligum loyniligum felagsskapum brúka, so at eingin skal vita, hvørjir teir eru. Bara limirnir í hesum felagsskapum sleppa at dansa styltudansin hjá danfólkinum.
Átrúnaður
rættaKúpan á størstu kristnu kirkju í heiminum (La Basilique Notre-Dame de la Paix) dagar høgt upp um húsatekjurnar í lítla býnum Yamoussoukro, sum fyri stuttum varð gjørdur til høvuðsstað á Fílabeinsstrondini. Gamli forsetin, Boigny, hevði sjálvur eftirlit við arbeiðinum, kirkjan varð liðug í 1989. Hon var ovurdýr at byggja, men har eru 7 000 sessir, og í túninum fáa 350 000 fólk verið - tríggjar ferðir so nógv fólk, sum búgva í býnum. Funnist varð harðliga at forsetanum fyri at seta í verk so ræðuliga dýra bygging í einum landi, har enn er stórt fátækadømi.
Hagtøl
rætta- Kristindómur: 37,5 %.
- Islam: 37,5 %.
- Afrikanskir átrúnaðir: 25,0 %.
Mentan
rættaFílabeinsstrondin gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1960, tá hevði landið verið franskt hjáland í 400 ár. Landið hevur enn nógv samband við Frakland. 240 km sunnanfyri høvuðsstaðin liggur Abidjan. Hesin nýmótans havnabýurin við glampandi háhúsum er størsti býur í landinum. Í Abidjan eru nógvir snøggir mótahandlar og fínar matstovur, ið eru merkt av franskari ávirkan og minna um, at landið hevur staðið undir Fraklandi. Mangir bankar í Abidjan og aðrar fyritøkur húsast í háhúsunum uppi á heygnum í býnum. Abidjan var høvuðsstaður á Fílabeinsstrondini til 1991, tá ið Yamoussoukro gjørdist høvuðsstaður.
Keldur
rætta- ↑ "Archive copy". http://amnesty.org/en/library/asset/AFR31/002/2011/en/bb769d9e-874f-442e-9454-993977a35f95/afr310022011en.pdf. Heintað 2011-09-12.
- ↑ "Archive copy". http://www.amanien.info/actualite-1860-colonel-kouassi-patrice-porte-parole-des-forces-republicaines-de-cote-d-ivoire-ordonnez-nous-obeirons-commandez-nous-executerons.html?PHPSESSID=99f4511af43df8d353be5e1306ccdf08. Heintað 2012-05-08.