Kakaoplantan hoyrir til í tropiska regnskóginum. Árshitin skal í meðal vera umleið 25 ºC og helst ikki víkja frá meira enn 10 ºC hvønn vegin. Avfallið skal vera uml. 200 cm, væl javnað alt árið. Fruktin á kakaotrænum er eitt uml. 20 cm langt hylki. Í hylkinum liggja kakaobønirnar við fruktkjøti uttanum. Tá ið hylkini eru tikin, verða tey klovin, og fruktkjøt og bønir verða løgd út at turka í sólin. So skorpnar fruktkjøtið burtur, og bønirnar gera og missa beiska smakkin, sum annars er at teimum. Síðan verða bønirnar reinsaðar og fyltar í sekkir, lidnar til útflutnings. Í innflutningslondunum verður fitievnið vunnið úr bønunum. Tað verður m.a. nýtt til smyrsl. Av tí, sum eftir er, verður gjørt kakaopulvur, soleiðis sum vit kenna tað. Týdningarmestu kakaolondini í 2012 eru Fílabeinsstrondin, Indonesia, Gana, Nigeria, Kamerun, Brasil og Ekvador.

Turkaðar kakaobønir. Einki land í heiminum dyrkar so nógv kakao sum Fílabeinsstrondin og onkuntíð er tað upp í 80 % av útflutninginum um árið, men Fílabeinsstrondin er í harðari kapping við m.a. grannalandið Gana um altjóða marknaðin.
Land Framleiðsla í
2012 (tons)[1]
Prosent av
heimsframleiðsluni
Fílabeinsstrondin Fílabeinsstrondin 1 650 000 34.7 %
Indonesia Indonesia 936 000 20.6 %
Gana Gana 879 000 13.8 %
Nigeria Nigeria 383 000 5.9 %
Kamerun Kamerun 256 000 5.9 %
Brasil Brasil 253 000 4.7 %
Ekvador Ekvador 133 000 3.7 %
Meksiko Meksiko 83 000 0.9 %

Keldulisti

rætta
  1. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-10-16. https://web.archive.org/web/20161016200146/http://faostat.fao.org/site/339/default.aspx. Heintað 2014-10-14. 
 
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið